Siglingin hjá Smyrli í vanda

Smyril fer møguliga at sigla uttan stabilisatorar í vetur, um Strandferðslan ikki fær eina eykajáttan á 8,8 milliónir Stjórin á Strandferðsluni, Dánjal Andreasen, mælir staðiliga frá, at Smyril fer at sigla í vetur uttan at stabilisatorarnir eru umvældir. Hetta vildi fíggjarnevndin tó ikki játta pening til, og sum støðan er nú, fáa vit ikki brúkt stabilisatorarnar, tá ið veðrið er ringt, sigur stjórin á Strandferðsluni við Sosialin í dag.

Hesi greiðu boð hevur landsstýrið fingið frá leiðsluni á Strandferðsluni.

Stabilisatorarnir á Smyrli hava eitt álvarsligt brek og eru í so ringum standi, at teir ikki kunnu brúkast í ringum veðri.

- Sum støðan er nú fáa vit ikki brúkt stabilisatorarnar, tá vindmegin kemur uppá 15-20 metrar um sekundið. Vit kunnu altíð sigla, men uttan stabilisatorarnar fer tað at rulla so illa, at eg vænti ikki, at tað vera serliga nógv ferðafólk, sum fara at ferðast við Smyrli, sigur Dánjal Andreasen.

Strandferðslan er vorðin samd við Mitsubishi verksmiðjuna í Japan um at fáa Smyril í dokk fyri at fáa staðfest og umvælt brekið. Arbeiðið er mett at kosta 8,8 milliónir krónur. Fíggjarnevndin vildi tó ikki játta peningin, av tí at talan ikki er um bráðkomna ella bráneyðuga útreiðslu.

Men Dánjal Andreasen sigur, at tað er alvorliga misskilt, at hetta málið ikki hevur skund.

- Tað kann taka fleiri mánaðir at fáa avtalu um dokking og avtalu um avloysaraskip og at fáa hesi bæði at passa saman. Vit mugu eisini avlýsa tað tilboðið, sum vit hava, og vit hava onga trygd fyri at fáa brúkiligt tilboð aftur, sigur Dánjal Andreasen við Sosialin í dag.