Næsta ár skal Smyril sigla líka nógvar túrar ímillum Suðuroy og Havnina, sum hann ger í ár. Tað sigur samgongan, nú fíggjarlógin fyri næsta ár er løgd fyri Løgtingið. Annars hevur verið tosað um at skerja ferðaætlanina hjá Smyrli ein túr um vikuna í vetur, fram til 1. apríl næsta á, men samgongan sigur nú, at verður ikki so. Næsta ár er ætlanin at játta Strandferðsluni 146,5 milliónir krónur. Fortreytirnar fyri játtanini er, at oljan ikki hækkar nakað serligt, men hinvegin er lagt upp fyri, at krøvini um økta hvílitíð til manningina økir um útreiðslurnar.
Samstundis er ætlanin at bøta um internetið á Smyrli við fylgisveinasambandi. Hetta fer at bøta Hetta um umstøðurnar hjá ferðandi at arbeiða á internetinum, meðan siglt verður.
Samstundis er tað ein fortreyt, at túratalið hjá Smyrli verður varðveitt. Tað vil siga, at næsta ár fer hann at sigla 32 túrar bæði um veturin og um summarið.
Harafturat verður miðað eftir at sigla allar dagar í árinum í 2015, tó við skerdari ferðaætlan. Og harafturat er lagt upp fyri, at siglingin á Mykinesleiðini verður longt til eisini at umfata september mánaða, umframt at siglt verður í níggju dagar í heystferiuni.
Hinvegin ger samgongan eisini vart við, at stór óvissa er altíð um oljuprísirnar. - Hækkar oljuprísurin eina krónu fyri liturin, kann talan gerast um eina eykaútreiðslu á 10 milliónur krónur, sigur samgongan.
Mett verður, at inntøkurnar hjá Strandferðsluni eru einar 60 milliónir krónur og útreiðslurnar umleið 200 milliónir krónur, men tað veldst alt um, hvussu gongdin í vinnulívi, og øðrum, verður í oyggjunum kring landið.
|