Siglur fyri 11.000 í halli um dagi

Ternan I er farin aftur at sigla millum Skálafjørðin og Havnina. Leiðin gevur 11.000 krónur í halli um dagin, men løgtingssamtykt sigur, at siglast skal hóast landfast er

 

41 ára gamla uppslitna ferjan, Ternan I, er nú aftur farin at sigla millum Skálafjørðin og Havnina hóast landfast er og Bygdaleiðir røkja sambandið.

Orsøkin er, at tað er ásett í løgtingslóg, at sjóvegis samband skal vera millum Skálafjørðin og Havnina. Og tískil er landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Bjarni Djurholm, noyddur at áleggja Strandfaraskipum Landsins at røkja farleiðina, sum hvønn dag gevur eitt hall á 11.000 krónur. Ternan I siglur fimm dagar í vikuni, og tí er rokningin til føroyska skattgjaldaran umleið 220 túsund krónur um mánaðin og slakar tríggjar milliónir krónur um árið.


Lýkur ikki krøvini

Afturat hesum kemur, at Ternan I er so mikið gomul, at hon skal umbyggjast fyri í minsta lagi 6 milliónur krónur, skal hon lúka tey krøv, sum Strandfaraskip Landsins setir til ferðafólkaflutning. Skal hon bert lúka vanlig klassakrøv, skal hon umbyggjast fyri eina millión krónur.

Men tað er lítið sannlíkt, at skipið verður umvælt. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í samferðslumálum, segði við Sosialin 21. november í fjør, at av tí at Ternan I er so gomul, verður tað ikki mett skilagott at umvæla hana.

Tí sær landsstýrismaðurin tríggjar møguleikar fyri sær, skal leiðin halda fram. Og allir møguleikarnir kosta sambært útrokningum hjá Vinnumálastýrinum nógvan pening.

Fyrsti møguleikin er at leiga eitt skip. Hetta kemur at kosta 8 milliónir krónur um árið.

Næsti møguleikin er at keypa eitt skip, ið er hóskandi at røkja farleiðina. Hetta er ein loysn, sum kostar millum 10 og 20 milliónir, alt eftir, hvat skip verður valt.

Triðja loysnin er at byggja skip til Skálafjarðarleiðina. Hetta er ein íløga á millum 40 og 60 milliónir krónur.


Lokalpolitiskt krav

Tá fíggjarlógin fyri 2001 var til viðgerðar, mælti Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í samferðslumálum, fíggjarnevndini til, at Skálafjarðarleiðin varð niðurløgd.

? Karmarnir, eg hevði at ráða yvir vóru avmarkaðir. Tí helt eg, at tað var rætt at spara hesa leiðina burtur, tá tað kortini er væl koyrandi millum Skálafjørðin og Havnina, sigur Bjarni Djurholm.

Men boðini frá limunum í fíggjarnevndini vóru greið. Teir vildu varðveita leiðina, og tískil hevði meiriluti ikki fingist fyri einum uppskoti um at broyta lógina um fólka- og farmaflutning, so Skálafjarðarleiðin kundi niðurleggjast.

Lokalpolikararnir krevja, at siglt verður millum Skálafjørðin og Havnina. Men samstudis er eingin politiskur áhugi fyri at játta pening á fíggjarlógini fyri 2001 til at umbyggja Ternuna I fyri ella til at leiga ella keypa skip fyri. Tí kann skattgjaldarin rokna við, at eykajáttan verður latin einaferð seinni í ár til skip til Skálafjarðarleiðina, verður hon ikki privatiserað.

Hetta merkir, at í minsta lagi 10 milliónir av skattgjaldarans krónum afturat verandi trimum skulu brúkast til at stytta ferðingartíðina nakrar minuttir hjá teimum fáu fólkunum, sum dagliga nýta Skálafjarðarleiðina einaferð á morgni og einaferð á kvøldi.



Faktaboks:


Fakta um Skálafjarðarleiðina


Ternan I siglur fýra túrar um dagin, fimm dagar um vikuna, 250 dagar um árið.


Umleið 80 ferðaseðlar verða seldir tilsamans umborð á Ternuni I dagliga. Ferðaseðlaprísurin er 30 krónur fyri tey, sum ikki hava avsláttarkort. Tað vil siga, at skipið fær 2.400 krónur inn um dagin við sølu av ferðaseðlum.


Farleiðin hjá Ternuni I hevur dagliga eitt hall á 11 túsund krónur, mánaðarliga hallið er 220 túsund krónur og árliga hallið er slakar tríggjar milliónir krónur.


Hetta merkir, at føroyski skattgjaldarin dagliga rindar 140 krónur til hvønn einstakan, sum keypir ein ferðaseðil við Ternuni I.


Skal Skálafjarðarleiðin bera seg við verandi ferðafólkatali, mugu ferðafólkini sjálv rinda hesar 140 krónurnar umframt tær 30 krónurnar, sum ferðaseðiln í dag kostar. Tað vil siga, at ferðaseðlaprísurin gjørdist 170 krónur.


Fyri at leiðin skuldi borið seg við einum ferðaseðlakostnaði á 30 krónur, skuldu næstan 400 ferðaseðlar verið seldir dagliga. Tað merkir, at Ternan I skuldi verið fullsett hvønn einasta túr.