Signar í Homrum er ávegis við nýggjari EP útgávu. Á útgávuni, sum hevur heitið Ljósið, verða fimm sangir. Tveir av sangunum eru útgivnir sum stakløg frammanundan, og síðani eru tríggir nýinnspældir sangir.
Tveir av nýggju sangunum eru sangir hjá svenskaranum Bjørn Afzelius, sum eru týddir til føroyskt. Anker Eli Petersen hevur umsett báðar sangirnar.
Seinasti sangurin er ein spildurnýggjur sangur, sum Signar í Homrum sjálvur hevur skrivað.
Nú er tann fyrsti av teimum nýggju sangunum sendur út til almenningin, og hann kallast ”So eg vil vera”. Hetta er annar av sangunum hjá Bjørn Afzelius, sum eru á útgávuni. Sangurin er upptikin í Studio Mike og Kris-Stuff Studio.
Trýst á pílin í myndini fyri at hoyra sangin.