Í gjár gav Signar í Homrum eina nýggja EP út. Á útgávuni, sum hevur fingið heitið 14-17, eru fimm sangir, ið eru útgivnir sum stakløg árini frá 2014 til 2017. Fýra av sangunum eru útgivnir, áðrennn EP-útgávun nú savnar teir, og tann fimti verður nú útgivin. Um vikuskiftið verða sangirnir eisini lagdir á Spotify og iTunes.
Signar í Homrum ásannar, at nógv fólk kenna nógvar av hansara sangum væl.
– Tað er stuttligt at uppliva, at fólk taka væl ímóti mínum sangum og duga at syngja teir. Tá ið eg havi latið ein sang frá mær, veit eg ikki, hvat lív hann fær, sigur hann.
– Eg fekk herfyri eini facebook-boð frá einum persóni, sum hevði tatoverað eina strofu úr sangi hjá mær á armin. Tá mást tú viðurkenna, at sangir fáa týdning fyri fólk, og tá eg havi givið ein sang út, havi eg latið hann úr mínum hondum, og so fær hann sítt egna lív, sigur Signar í Homrum.
Tveir av sangunum á nýggju EP-útgávuni hevur svenskarin Bjørn Afzelius skrivað – teir hevur Anker Eli Petersen týtt til føroyskt. Ein av sangunum hevur ein annar svenskari, Mikael Wiehe, skrivað, og tann sangin hevur Signar í Homrum týtt saman við Steintóri Rasmussen. Teir báðar seinastu sangirnar hevur Signar skrivað – annan saman við Henningi Nicodemussen og hin saman við Bjørn Zetterqvist.
Sangirnir eru upptiknir í studio hjá Mikkjal Hvannastein, Kristoffur Mørkøre og Henning Nicodemussen. Erik Biskopstø og Alvin Ellebye Andersen hava ljóðblandað sangirnar.