Sigur lítið um kursin

Íløgustjórin hjá Kaupthing Bank sigur seg ongan tíð hava hoyrt um slíka yvirtekning, men hann leggur dent á, at hetta ikki sigur so nógv um kursásetingina

Jan Otto S. Holm var bilsin, tá hann fekk at vita, at partabrævasølan í Føroya Banka var yvirteknað heili 26 ferðir. Tað svarar til, at teknaðar vórðu 32,5 milliardir krónur.

- Tú kanst sjálvandi konkludera, at tað kundi bent á, at kursásetingin kundi verið hægri sett. Men tað er vónleyst at siga, hvussu nógv.

- Fyrst og fremst, so vita vit einki um, hvussu býtið millum privatu og institutionellu íleggjararnar er. Í nógvum førum er tað so, at privatu íleggjarnir keypa við hjartanum, og tí er tað eitt mál í sjálvum sær hjá hesum at eiga partabrøv í bankanum.

- Hjá stóru útlendsku íleggjarunum er støðan øðrvísi. Skulu hesi taka ein føroyskan banka framum aðrar, tá íløgur verða gjørdar, so vilja tey hava ein avsláttur. Hetta millum annað tí raksturin í Føroya Banki er tengdur at einum lítið fjøltáttaðum og sveiggjandi búskapi, og at vágin tí er størri, sigur Jan Otto.

Hann heldur annars, at virðisásetingin av partabrævinum hevur verið á eini leið.

- Vit gjørdu fyri stuttum eina greining. Har varð staðfest, at verður úrslitið í ár tað, sum bankan hevur meldað út við, so er ein kursur um 190 tann rætti. Er úrslitið hinvegin tað sama, sum tað var í fjør, vístu okkara útrokningar ein kurs á 223.

- Fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár var raksturin betri, enn hann var í fjør. Heldur hetta fram alt árið, so skuldi kursurin kanska verið enn hægri. So tað verður spennandi at síggja hálvársroknskapin, sigur Jan Otto S. Holm.