Sigur og javnleikur til føroyingaliðini í bestu donsku hondbóltsdeildini

Nykøbing Falster vann á heimavølli og Keypmannahavn leikti javnleik á útivølli

Tvey føroyingalið í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum vóru í leiki í kvøld.

 

Liðið hjá Anniku Fríðheim Petersen, Nykøbing Falster tók á heimavølli móti komandi felagnum hjá Janu Mittún, Viborg. 

 

Tað eydnaðist Nykøbing Falster at knógva ein 27-24 sigur heim. Í steðginum var Nykøbing Falster á odda 15-11.

 

Annika var sum so mangan fyrr annar málverji hjá Nykøbing Falster, ið hevur royndu og stinnu Cecilie Greve sum fyrsta málverja. 

 

Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn leiktu í kvøld á útivølli móti Aarhus.

 

Dysturin endaði við javnleiki 25-25. Í steðginum var Keypmannahavn á odda 12-10. Tá fýra minuttir vóru eftir at leika var Keypmannahavn á odda 24-22, men so skoraði Aarhus tríggjar ferðir á rað uttan, at Keypmannahavn svaraði aftur. Men Keypmannahavn fekk seinasta orðið og megnaði at javna til 25-25 áðrenn hallarlúðurin ýldi.

 

Pernille skoraði tvey mál fyri Keypmannahavn í kvøld. 

 

Í seinasta dystinum í grundspælinum um eina viku hittast Keypmannahavn og Nykøbing Falster í Keypmannahavn. Eftir tað er endaspælið á skránni.

 

Nr.Lið:DystirStig
1Odense 2343
2Team Esbjerg2339
3Ikast 2334
4Keypmannahavn2329
5Nykøbing Falster2328
6Viborg HK2328
7Silkeborg-Voel2321
8Aarhus United2319
9Horsens 2318
10Ringkøbing2213
11SønderjyskE2310
12Skanderborg239
13Ajax 237