Sigurin var uppiborin

Odd Eliasen hevur verið ein av berandi kreftunum á ÍF-liðnum í nógv ár. Í ár hevur hann tó ikki verið partur av besta mansliðnum, tí hann hevur gjørt av at leggja skógvarnar á hillina. Sunnudagin var han tó ein partur av liðnum, tí at vanliga hevarin, Áslakur R. Petersen, ikki kundi spæla við.
Odd helt sigurin á Fram vera fult uppibornan henda dagin.
- Ja, eg haldikkum vera betra liðið henda dagin. Eftir at hava verið langt framman fyri í fyrsta setti, so sløsa vit hetta burtur. Men vit koma væl aftur í hinum settunum, og at enda haldi eg, at sigurin var fult uppiborin.
Hann helt tó eftir dystin, at teir til tíðir høvdu stórar trupulleikar við blokkinum hjá Fram.
- Tá vit føra við á leið 10 stigum í fyrsta setti, so mugu vit ikki missa hesa leiðsluna á gólvið. Blokkurin hjá Fram stendur tó ótrúliga væl hesa løtuna, og teir geva okkum stórar trupulleikar. Í øðrum setti er gongdin tann sama, men tíbetur fáa vit gongd á okkara spæl, og so vinna vit at enda trygt, sigur Odd Eliasen at enda.