TV-avísin hjá DR1 viðgjørdi í kvøld silda- og makrelstríðið millum Føroyar og ES.
Søren Espersen, framsøgumaður í Føroyamálum, úr Danska Fólkaflokkinum legði ikki fingarnar ímillum.
Hann segði, at Danmark á ongan hátt eigur at góðtaka boðini frá ES um at revsa Føroyar.
-Um valið stendur ímillum at rætta seg eftir boðum frá ES ella at bjarga Ríkisfelagsskapinum, so veit eg hvat eg velji. Føroyingar hava krav uppá okkara fulla stuðul. Núverandi stjórnin við Mette Gjerskov á odda hevur einans stuðlað føroyingum hálvhjartað. Vit hava longu lorað og játtað at fylgja boðunum frá ES.
Søren Espersen segði eisini, at hann metti Føroyar hava rætt til hægri kvotu enn tey 5,2 prosentini, sum kvotan var.
Uffe Østergaard, professari í samfelagsvísindi á Copenhagen Buisiness School sigur, at hendan uppgerðin kann fáa avleiðingar fyri sambandið millum Danmark og Føroyar
-Tað er tað greitt, at Danmark er við í ES og Føroyar eru uttanfyri. Hvussu kunnu vit vera í Ríkisfelagsskapi saman, og hvat er Ríkifelagsskapurin fyri nakað; tað vera vit noydd til at útgreina. Og tá tað er útgreinað, kann tað møguliga henda, at Føroyar tekur seg úr Ríkisfelagsskapinum, sigur Uffe Østergaard.
Søren Espersen leggur stóran dent á, at Danmark eigur at ganga ímóti boðunum frá ES um handilsbann. Stuðlar Danmark ikki Føroyum, skilur hann væl, um føroyingar velja at taka seg úr Ríkisfelagsskapinum.
-Hetta er ein lagnuløta sum er íkomin. Vilja vit boyggja okkum fyri ES ella vilja vit heilhjartað gera alt fyri at stuðla donskum ríkisborgarum í Føroyum.
Eg haldi tað vera ein ótolandi tanka, at føroysk skip koma í eina danska havn og vera víst aftur, orsakað av einum boðum frá einum griskum kommisseri.
Portalurin hevur í dag roynt at fingið eina viðmerking frá Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharra, og Mette Gjerskov, matvørumálaráðharra, men tað hevur ikki eydnast. Helle Thorning-Schmidt vísti til Mette Gjerskov, og hon hevur ikki svarað okkum aftur.