Meðan søga, náttúruupplivingar og føroyskt gestablídni eru á skránni á almennu vitjanini hjá forsætisráðharranum ídag, so eru eisini meira álvarsom mál á skránni á fyrstu, almennu vitjan hjá danska forsætisráðharranum í Føroyum.
Helle Thorning-Schmidt fer á fundi við løgmann og landsstýrið fyrrapartin hósdagin at umrøða aktuellu trætuna millum ES og Føroyar um býtið av uppsjóvarfiskinum í Norðuratlantshavi.
- Jú, eg sleppi ikki av landinum aftur uttan at hava tosað um sild, helt Helle Thorning-Schmidt skemtiliga fyri, tá hon vitjaði í Koltri ídag.
Føroyski fiskivinnupolitikkurin, har Føroyar hava ásett sær sjálvum 17 prosent av heildarkvotuni av norðhavssild, fellir í so mikið ringa jørð í ES, at samveldið hóttir við at seta tiltøk í verk.
Tá landsstýrið mánadagin svaraði Mariu Damanaki, fiskivinnukommisseri, segði Kaj Leo Holm Johannesen millum annað soleiðis:
- Vit kunnu ikki finna okkum í, at ein partur av ríkinum boykottar okkum. Tí er hetta málið ein tann størsta avbjóðingin hjá ríkisfelagsskapinum, og vit forvænta, at Danmark tekur okkara partí.
Hóast úrslitið av fundinum millum forsætisráðharran og landsstýrið skuldi verið, at Danmark velir at stuðla Føroyum beinleiðis, so er ivasamt, hvønn týdning tann støðan hevur í stóru myndini í ES-háborgini í Brússel.
Hinvegin tykist politikkurin hjá landsstýrinum vera at fáa stjórnina at arbeiða meira aktivt fyri føroysku sjónarmiðunum, soleiðis at hóttanirnar frá ES um handilstiltøk verða parkeraðar og partarnir aftur sessast til samráðingarborðið.
Fundurin millum Helle Thorning-Schmidt og landsstýrið er klokkan 09:45 hósdagin, og aftaná er tíðindafundur í Tinganesi.