Sílið er meistari og ólavsøkuvinnari

Barnaróður gentur: Ørnin úr Sandavági var næstfremst bæði á ólavsøku og í FM kappingini

Mynd: Havnar Róðrarfelag

Sílið hjá Havnar Róðrarfelag hevur verið best higartil, og á ólavsøku var tað eisini gentubáturin Sílið, sum vann genturróðurin í barnakappingini.

 

Tað var ein stór bátslongd aftur til Ørnina úr Sandavági, sum var næstfremst bæði á ólavsøku og í FM kappingini.

 

Eitt lítið vet aftanfyri Ørnina var Kollur úr Kollafirði, sum í FM kappingini hevur 28 stig ella sama sstigatal sum Ørnin. Tá ið tað stendur javnt í stigum, so verður tann fremri í FM kappingini, sum var fremri á ólavsøku. Harvið hevur Ørnin vunnið silvur í FM kappingini, og Kollur hevur vunnið bronsu.

 

-

 

1Sílið (HR)02:37.44
2Ørnin (SÍF)02:41.25
3Kollur (KÍF)02:41.30
4Heykur (HVR)02:42.26
5Jallurin (RK)02:47.21
6Títlingur (HR)02:47.42
7Ternan (NSÍ)02:48.04
8Teistin (AR)02:48.18
9Dúgvan (SR)02:49.37
10Svanur (Skála)02:53.09
11Pílur (RK)02:55.21
12Marianna (VÍF)02:56.07
13Blikur (AR)02:58.04
14Ingibjørg (HR)03:10.13

 

stavnur.fo

 

-

 

FM úrslitið

 

1Sílið (HR)
2Ørnin (SÍF)
3Kollur (KÍF)
4Jallurin (RK)
5Heykur (HVR)
6Dúgvan (SR)
7Ternan (NSÍ)
8Silja (ÍF)
9Títlingur (HR)
10Teistin (AR)
11Svanur (Skála)
12Pílur (RK)
13Marianna (VÍF)
14Blikur (AR)
15Ingibjørg (HR)

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: Havnar Róðrarfelag