Silvaland til børnini á Summar Festivalinum

Tíðindaskriv:

 

Spæl, undirhald og tónleikur vera til børnini í Silvalandi á Summar Festivalinum

 

Tað væl umtókta Silvalandið verður aftur í ár í uppskrýddu ítróttarhøllunum í Klaksvík, tá ið Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august.

Mangt og hvat verður á skránni í Silvalandi – spæl, aktivitetir, undirhald, konsertir og annað.

 

Ein vakur og gandakendur djóraheimur við fittum føroyskum djórum og spennandi eksotiskum skriðdjórum verður í Silvlandi. Haraftrat vera ballóngarður, hoppiborgir, boingbóltar, teknistova, pinkuland, barnacafé og góður matur. Eisini ber til at heilsa uppá fitta Silva hvønn dag. 

Á pallinum verða konsertir og framførslur við Bubu, Angela & Hannibal og Operettunum. Sangarin Bjarki fer eisini at hava konsert. Hann var ein av bleiktrandi stjørnunum í sjónvarpsrøðini Hoydalar, sum Kringvarpið sendi fyrr í ár. Nú hevur hann fyri fyrstu ferð konsert á Summar Festivalinum.

 

##med2##

 

Silvaland hevur soleiðis opið festivaldagarnar:

Hósdag kl. 15-19

 

Fríggjadag kl. 15-19

 

Leygardag kl. 14-19

 

 

Á heimasíðuni sf.fo kanst tú lesa meira um Silvaland og síggja skránna.