Silvurið er heilt nær

B36 vann ein ómaksleysan 3-1 á skerdu vágbingunum, og eru nú heilt nær silvurmerkjunum

fótbóltur

Tað var eitt sindur av einum antiklimaks hjá B36 sunnudagin. Eftir at teir farna vikuskiftið definitivt máttu boyggja seg fyri HB, vóru tað nú silvurmerkini, sum stoðu upp á spæl. Og hóast hetta í sjálvum sær skuldi verið nakað at barst fyri, so var tað ikki hetta, sum tey í árstalsfelagnum høvdu ímyndað sær undan kappingarbyrjan.

Ronnie legiði fyri
Lukkutíð fyri B36, so stóð ikki stórt betri til hjá mótstøðuliðnum sunnudagin.
VB hevur í ár havt eina støðu nakað undir miðal, og tó at hetta helst partvíst kemst av ættarliðsskiftinum, sum í hesum árum fer fram í Vági, so er einki at ivast í, at vágbingar sjálvir halda seg vera heimahoyrandi nakað longri uppi á talvuni.
At gestirnir so eisini vóru skerdir, tí fleiri stuðulsleikarar vóru burturfrá, gjørdi ikki teirra støðu betri, og tað var heldur ikki serliga leingi, áðrenn B36 hevði staðfest, at her skuldu stigini so ongan veg fara.
Ronnie Samuelsen setti hol á longu eftir lítlari løtu, tá hann royndi seg við góðum skoti, og bert lítið korter seinni stóð 2-0. Hesaferð fekk Ronnie eina góða sending inn um VB-verjuna, og so gav hann ikki Bjarna stórvegis møguleikar at bjarga.
B36 sat nú so ruddiliga á dysitnum. Hóast teir ikki sýndu tað heilt stóra fótbótsspælið, so tóktist eingin ivi vera, hvat liðið var tað betra, og eftir at Egil á Bø stutt fyri steðgin hevði økt til 3-0 eftir hornaspark, lúrdi ein veruligur stórsigur í luftini.
Hesin kom tó ongantíð. Partvíst tí vágbingarnir settu sær fyri, at hetta skuldi ikki henda, og partvíst tí B36 eftir steðgin einamest tóktist áhugað í at fáa tíðina at ganga.
Tað eydnaðist eisini VB at minka um munin, tá Símun Samuelsen sendi í kassan, men nærri enn tað sama komu teir tó ongantíð.

Framtíðin fyri VB
B36 hevur nú møguleikan mest sum at staðfesta silvurmerkini, tá teir fara til Fuglafjarðar komandi vikuskifti. Trý stig eru í løtuni niður til Skála, og málmunurin hjá árstalsfelagnum er eisini betri.
Við dystum móti teimum báðum niðastu liðunum eftir, skuldi uppgávan heldur ikki verið ógjørlig, men so er spurningurin, hvussu ávíkavist ÍF og B68 tackla mótgongdina, sum tey uppliva í løtuni.
Hjá VB tykist talan longu nú vera um eina støðu, har felagið einamest skal hugsa um komandi kappingarár. Í Gundadali vóru hvørki Palli Augustinussen ella Mortan í Hørg við, og teir eru helst eisini burturstaddir, tá farið verður undir komandi kappingarár. Stuðlar so sum Eyðun Jacobsen, Jón Pauli Olsen og aðrir, sum ígjøgnum drúgva tíð hava verið berandi element á liðnum, gerast heldur ikki yngri, so hvørt sum árini ganga, so einamest ræður nú um hjá VB at seta við.
Tað hevur felagið eisini í ávísan mun gjørt tey bæði seinnu árini, og úrslitini í yngru deildunum prógva eisini, at tilfarið er til staðar. Spurningurin er so, hvørt hetta eisini er nóg mikið til at halda liðnum uppi millum tey allar bestu komandi árini, ella leikluturin framyvir skal vera meira meinlíkur tí, sum liðið hevur upplivað í ár.