Hondbóltur ? kvinnur
Tríggir dysstir í bestu kvinnudeildini verða á skránni um vikuskiftið, og meðan talan í tí eina førinum er um ein víðopnan dyst millum tveir av heiðursmerkjakanditatunum, eru favoritt-leilutirnir meira greiðir í hinum báðum.
Silvurdystur í Klaksvík
Tað er eingin loyna, at undan hesum kappingarárinum høvdu klaksvíkingar vónir um at bjóða VÍF av í oddinum, og hóast hesar vónir neyvan eru sleptar enn, so tykist tað ógvuliga lítið sannlíkt, at Stjørnan skal vinna teir báðar dystirnar móti VÍF, sum helst eru treytirnar fyri einum FM.
Meira nærliggjandi er tá hjá klaksvíkngum at hugsa um at verja silvurplássið, sum tær í løtuni eru á, og hesum viðvíkjandi er dysturin sunnudagin av alstórum týdningi.
Neistin er í løtuni á triðja plássinum í landskappingini, tó at tað bert eru málini, sum halda tær framman fyri VB. Tvey stig eru upp til Stjørnuna, men við tað at Stjørnan hevur leikt ein dyst færri, er tað av avgerandi týdningi, at Neistin fær stig í Klaksvík, um silvurvónin framvegis skal vera ein møguleiki.
Hetta tykist tó vera ein torført uppgáva. Í grundspælinum vann Stjørnan báðar dystirnar móti Neistanum, og kreppan, sum liðið var í undan jólasteðgin tykist nú eisini vera hæsað av, so alt í alt má Stjørnan metast sum favorittur, tó at tað als ikki skal útilokast, at neistakvinnurnar kunnu gera ein vørr.
Greiðari býti
Tá tosað verður um hinar báðar kvinnudystirnar, sum verða leiktir um vikuskiftið, so er einki at ivast í, at her eru favoritt-leiklutirnir væl greiðari.
Leygardagin ferðast VB til Giljanes, og hetta skal geva tvey stig, um VB skal hava møguleika fyri heiðursmerkjum. Tá Sóljan samstundis tykist vera í botni, eftir at tær farna vikuskifti taptu botnuppgerðina móti StÍF, átti alt at bent á ein útisigur.
Seinasti dysturin er í Vestmanna, har VÍF tekur ímóti StÍF. Hóast StÍF hevur havt fleiri góð úrslit seinastu tíðina, eins og VÍF í løtum hevur havt motivatiónstrupulleikar, so er tó lítið at ivast í, at styrkismunurin á liðunum er alt ov stórur, til at StÍF á nakran hátt eigur at kunna hótta oddaliðið.