Simona skjótt ”føroyingur”

Millum spælararnar, sum fara við kvinnulandsliðnum til Sheffield, er eisini Simona Petersen úr Stjørnuni

Hondbóltur

 

Síðani Simona Petersen, sum tá æt Dziugyte, á heystið í 2000 kom til Føroya, hevur hon støðugt verið ein av vandamestu álopsspælarunum í landinum.

Seinnu árini hevur tað verið Stjørnan, sum hevur havt gleði av hondbóltsevnum hennara, men nú er líkt til, at eisini Føroyar og føroyska landsliðið fáa hesa gleði.

Úr Hondbóltssambandinum verður sagt, at hetta er eitt mál, sum arbeitt hevur verið við í longri tíð.

- Simona er gift føroyingi og tey hava barn saman, so tað er sjálvandi eitt ynski hjá henni at fáa føroyskan ríkisborgaraskap. Hjá okkum telur tað sjálvandi rætta vegin, tí hon hevur heilt víst kvalitetir, sum kunnu styrkja liðið. Hesa ferð hevur Ongland fýra spælarar við, sum enn ikki hava fingið bretskan statsborgaraskap, so vit boðaðu frá, at vit eisini vildu hava Simonu við, tí tað verður væntandi ikki alt ov long tíð, áðrenn øll pappírini hjá henni eru í lagi, sigur Anya Midjord úr Hondbóltssambandinum.