? Føroyingar gera sjálvir av, hvussu skal vera við ríkisfelagsskapinum. Hetta hevur Poul Nyrup Rasmussen sagt fleiri ferðir undir vitjanini í Føroyum hesaferð.
? Eg haldi ikki, at tað er rætt av mær at siga, hvat eg haldi um eina nýggja sjálvstýrislóg. Eg bíði eftir hvat ein breiður meiriluti av løgtinginum heldur, og so taki eg støðu út frá tíð.
? Men tá broytingar verða gjørdar í ríkisfelagsskapinum, so er tað altíð tað samfelagið, ið ynskir broytingarnar, sum sjálvt ger tað av, segði forsætisráðharrin.
? Men vit tosa sjálvandi saman um málið.
Tá onkur av donsku tíðindafólkunum spurdi forsætisráðharran, um Danmark vil verja ríkisfelagsskapin, soleiðis sum hann er, svaraði forsætisráðharrin, at Danmark ikki fer at leggja trýst á, um hinir partarnir í ríkisfelagsskapinum vilja hava broytingar.
Sosialurin spurdi Poul Nyrup Rasmussen, um hann á fundinum við Javnaðarflokkin hevði fingið frágreiðing um sjálvstýrislógaruppskotið hjá Javnaðarflokkinum.
? Jú, tað havi eg. Umboðini fyri Javnaðarflokkin greiddu mær frá uppskotinum, sum í fyrstu atløgu snýr seg um at leggja fyri tingið uppskot um eina stjórnmálanevnd, sum í eitt ella tvey ár skal fyrireika endaliga uppskotið.
? Verður ein breiður meiriluti á tingi fyri uppskotinum, so fara vit sjálvandi fúsir at viðgera uppskotið konstruktivt, sigur forsætisráðharrin.
Poul Nyrup Rasmussen legði afturat, at ætlanin hjá Javnaðarflokkinum er at gera eina sjálvstýrislóg innan ríkisfelagsskapin, og hann legði dent á, at hann fegin vil varðveita ríkisfelagsskapin.
? Tað harmar meg, um fólk ikki duga at síggja perspektivini í ríkisfelagsskapinum, segði forsætisráðharrin at enda á tíðindafundinum á Hotel Hafnia mikukvøldið.