Ein tann størsta stjørnan í heiminum, Sir Elton John, kemur til Føroya í juni. Five Star Entertainment hevur í morgun kunngjørt, at næsta konsertin, sum felagið skipar fyri, verður við heimskenda tónleikaranum Elton John.
Konsertin verður tann 29. juni á Tórsvølli.
Dennis Holm úr Five Star Entertainment sigur, at tað verður ein avmarkað nøgd av atgongumerkjum, sum verður sett til sølu - 6500 tilsamans.
Atgongumerkjasølan byrjar nú hósdagin í SMS í Havn klokkan 10. Tá fáast atgongumerkini eisini til keyps á www.fivestar.fo.
At fáa Sir Elton John til Føroya er ikki ókeypis, og er atgongumerkjaprísurin settur til 750 krónur.
Tilsamans skuldi hetta givið fyriskiparunum góðar 4,9 millión krónur at fyriskipa konsertina fyri, og mann stórur partur av hesum vera fyri at fáa Sir Elton John at koma hendavegin.