Sir Paul í toppformi í Parkini

Paul McCartney sang, spældi og undirhelt í tveir og ein hálvan tíma út í eitt í Parkini fríggjakvøldið. Hann gav fólkum akkurát tað, tey vildu hava og meira afturat. 36 løg ? teirra millum 25 beatles-sangir ? framførdi ríkasti beatlin og tónleikarin yvirhøvur. Hann var verdur hvørja krónu

Við einari endaleysari røð av heimsins bestu poppsangum nakrantíð. Við einum orkestri, sum ikki verður nógv betri. Og við einari livandi legendu, einari ímynd, sum gav fólki akkurát tað, tey vildu hava. So kundi tað ikki ganga heilt galið.
Men at Paul McCartney sum 60 ára gamal skuldi sparka beinini undan 47.000 fólkum, so takið mundu flogið av Parkini, tað hevði eg kortini ikki roknað við. Sum hann stóð har á pallinum, í forvaskaðum kovboybuksum, ljósabláum jakka, reyðari blusu og tiltikna bassinum frá beatlestíðini, var hann fullkomiliga í toppformi. Tað sást og hoydist, at langa turnéin »Back in the world«, sum byrjaði í USA, hevur mýkt honum røddina, so hon var næstan líka einaráðandi sum í ungum døgum. Og tað er eitt óhoyrt bragd av einum 60 ára gomlum. Sjálvt um hann er bæði Sir og kongur.

Sang og sigraði
Paul McCartney kom, sang og sigraði í Keypmannahavn fríggjakvøldið. Og lat meg bara siga sum er: Mær vantar orð. Tí hvussu kann nakar billa sær inn, at tað ber til at ummæla Paul McCartney. Bara navnið klingar av onkrum guddómligum. Onkrum ævigum sannleika.
Í staðin fyri at gera mær nakra vón um at meta ella døma uttanveltað um konsertina við Paul McCartney, so lurtaði eg bara. Nýtti at vera so priviligeraður at sleppa at uppliva tað saman við næstan hálvthundrað túsund øðrum beatlesfjepparum. Once in a lifetime.
Tey vóru har í øllum aldri. Kanska tey flestu vóru úr 40 árum og uppeftir, men eisini vit onnur vóru væl umboðað, hóast vit ikki høvdu sæð dagsins ljós, tá Beatles legði heimin fyri sínar gyltu føtur. Har vóru tey vælbjargaðu og vælklæddu í klædningsjakkum. Har vóru tey eitt sindur meira slitnu, sum máttu djúpt niður í lumman eftir dýru atgongumerkjunum. Og so øll tey forelskaðu pørini í miðjum aldri, sum mintust aftur á góðar løtur við einum smíli og kanska onkrum tári.
Eg skal viðganga, at hárini reistust fleiri ferðir, og tá McCartney einsamallur við gittarinum spældi »Blackbird« rivaði tað fyri mær, hvussu stórt hetta var.
Øll hava sín favoritt, sum sigur teimum okkurt serligt. Hjá teimum flestu við mær, vóru hæddarpunktini fleiri. Bæði bleytu balladurnar og hørðu rock-klassikararnar fær hann at sita, sum ongin annar. Men einsamallur á pallinum var hann so tætt við, at eg kundi nortið við hann.

Mintist tey farnu
Alt byrjaði við einum psykodeliskum sirkusi. Myndir á stórskíggjanum frá Akropolis og India. Í stóra rúminum sveimaðu risaballónir, og millum fólkini og á pallinum dansaðu og tustu fólk, ið vóru ílætin sum fólk í 1700 talinum. Í parykkum, síðum kjólum og parasollum. Síðan komu techno-rútmurnar, og alt varð rættiliga undarligt, meðan vit royndu at finna okkum til rættis á gólvinum.
Tá Paul McCartney loksins trein á pallin kl. 20.30 og treiv í Hello Goodbye, fagnaðu fólk honum so stórliga, at hann mátti bakka ein metur fyri lógvabrestunum frá næstan 100.000 hondum.
Vit skundaðu okkum fram móti kantinum á brotsteiginum, og hóast vit vóru nakað uttarlaga í vinstru síðu, sóu og hoyrdu vit væl.
Fleiri hæddarpunkt vóru løgd inn í skránna, og ávegis gjøgnum tilsamans 36 løg, harav 25 teirra vóru beatlessangir, vóru eisini nakrar rørandi løtur.
Paul McCartney mintist tey mongu týdningarmiklu fólkini í hansara lívi, sum alt ov tíðliga eru farin undan honum. »Here Today« skrivaði hann fyri 22 árum árum síðan, tá John Lennon doyði, og sangurin var inniliga framførdur í Parkini, sum gav Lennon eina heilsan, ið illa kann gerast eftir. George Harryson varð heiðraður, tá Paul spældi »Something« á ukulele, eitt fýrstreingjað ljóðføri, sum teir plagdu at skemta sær á. Útsetingin var mergjað og margháttlig samstundis, og var tað einasta lagið, sum McCartney ikki sjálvur átti á konsertini. Og Linda McCartney fekk eisini eina heilsan við vakra kærleikssanginum »My Love«, sum er skrivaður til hennara.

Meistarligt band
Alt var væl spælt og timað av bólkinum, sum bakkaði meistaran so meistarliga væl upp í Parkini. Rusty Anderson spældi sum ein dreymur á gittara og vísti, at Georg Harryson hevði eitt sera gott oyra fyri melodiøsum solospæli. Hin guitarleikarin, Brian Ray, sum eisini loysti Paul McCartney av sum bassspælara, tá hann heldur vildi spæla gittar ella klaver, var solidur men meira anonymur. Paul Wickens á tangentunum er so góður, at hann er biðin aftur, tí hann hevur áður verið í vasi saman við Paul McCartney. Og so var tað litfagri trummuleikarin Abe Labroil Jr. Eitt orkuhav, sum minti meira um okkara egna James Olsen enn Ringo Starr.
Tilsamans kanska tað besta orkestrið, sum Paul McCartney nakrantíð hevur spælt saman við. Og tað sigur ikki so lítið. Tað besta var kortini, at teir vóru trúgvir ímóti gomlu beatlunum. Tað ljóðaði sum tað átti, og bara heilt smáar broytingar vóru gjørdar onkra hissini ferð.

Parkin skalv
Tá skráin nærkaðist endanum, gjørdist alt eitt stórt klimaks. Fyrst »Live and let die« við fýrverki og bumbum. Síðan »Let it be« afturvið túsundtals livandi ljósum. Og at enda »Hey Jude«, har Sir Paul fekk øll at syngja við, so Parkin skalv.
Sir Paul takkaði fyri seg. Men kom so brestandi innaftur. Tað bleiv bara við. »The long and winding road«, »Lady Madonna« og »I Saw her standing there«.
Og uppaftur meira umaftur. Tá kom tann størsti av øllum: »Yesterday!« Sum segði alt um, at vit í Parkini livdu í einari farnari tíð, sum legði so nógv eftir seg. Men ikki sorgarbundið. Tí hvør morgun bjóðar ein nýggjan dag, sum McCartney syngur.
Paul McCartney rundaði um 23-tíðina av við »Sgt. Peppers« til hann at enda lendi við »The end«. Hann kundi hildið á, men tað mátti jú fáa ein enda.

The love you gave
Fleiri av løgunum hava ongantíð áður verið spæld live. Og tað sást, at Paul McCartney elskaði at geva tey frá sær. Hann elskaði at býta tey við okkum. Ella sum hann endaði konsertina við at syngja: »But in the end. The love you take is equal with the love you give.«
Hann gav alt, hann hevði í sær. Tónleik, kærleika og rúsandi kenslur.
Well, I saw him standing there...


*************
SANGSKRÁ
1. Hello Goodbye
2. Jet
3. All My Loving
4. Getting Better
5. Let Me Roll It
6. Lonely Road
7. Your Loving Flame
8. Blackbird
9. Every Night
10. We Can Work It Out
11. Carry That Weight
12. The Fool On the Hill
13. Here Today
14. Something
15. Elenor Rigby
16. Here, There and Everywhere
17. I?ve Just Seen a Face
18. Calico Skies
19. Two of Us
20. Michelle
21. Band on The Run
22. Back In the USSR
23. Maybe I?m Amazed
24. Let?em in
25. My Love
26. She?s Leaving Home
27. Can?t Buy Me Love
28. Birthday
29. Live and Let Die
30. Let it be
31. Hey Jude

EYKALØG
32. The Long and Winding Road
33. Lady Madonna
34. I Saw Her Standing There

EYKA EYKALØG
35. Yesterday
36. Sgt. Peppers Lonely Hearts Club Band / The End