Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur ongar trupulleikar við at góðtaka, at laboratoriið í Runavík og Gøtudali verða stongd um summarið,
Kári P. Højgard, tingmaður fyri Nýtt Sjálvstýrið, átalar, at laboratoriini í Runavík og Gøtudali verða stongt um summarið, so at tað ikki ber til hjá fólki at fara hagar at taka blóðroyndir.
Hann vísr á, at í Eysturoy býr eini 11.000 fólk og at tað er nógv fólk, sum hava brúk fyri at sleppa í laboratoriið í Runavík ella í Gøtudali, helst eldri fólk, sum ikki eru so væl gongd. Somuleiðis verða blóðroyndir tiknar á Røktarheimunum og heima hjá fólki, sum ikki sleppa av húsum.
Men tað ætlar Sirið Stenberg sær ikki at gera nakað við, sigur hon.
- Líka síðani skipanin við laboratorium í Eysturoy varð sett í verk í 1993, hava tey verið stongd tveir mánaðir um summarið, sigur hon.
Hinvegin hevur altíð borið til at fara á Klaksvíkar sjúkrahús at taka blóðroyndir, og tað kunnu fólk eisini gera um summarið.
- Blóðroyndirnar kunnu eisini verða tiknar í túninum uttanfyri sjúkrahúsið, so at fólk, sum eru illa gongd, ikki noyðast úr bilinum.
Sirið Stenberg sigur, tað hevur onki við sparingar at gera, at laboratoriið í Gøtudali og í Runavík eru stongd tveir mánaðir um summarið.
- Skerda talið av laborantum, sum eru til arbeiðis um summarið, ger tað neyðugt at tillaga virksemið, og í hesum føri verður tað gjørt við at miðsavna virksemi um summarið, so at allar blóðroyndir verða tiknar á Klaksvíkar sjúkrahúsi um summarið.
Skuldu laboratoriið í Gøtudali og Runavík verið opin um summarið eisini, hevði hetta, kostað Klaksvíkar Sjúkrahúsið einar 150.000 krónur um árið.
- Tilboðini sum hava verið hesi seinastu skjótt 25 árini, eru góð og nøktandi. Ikki minst hevur møguleikin at ferðast gjøgnum Norðoyatunnilin gjørt tað lætt og ómakaleyst at koyra til Klaksvíkar, sigur landsstýriskvinnan.
Sirið Stenberg sigur, at tað er einki, sum forðar Klaksvíkar sjúkrahúsi at víðka um tænastuna, halda tey seg kunna fíggja hana við játtanini, tey hava, men hon fer ikki at krevja, at skipanin, sum er nú, skal broytast.