Vikuskiftið 7. til 9.februar kemur kenda danska sirkus Arena hendaveg at vísa føroyingum síni kynstur. Framførslur vera bæði í Runavík, í Klaksvík og í Havn.
Við á ferðini eru millum annað klovnar, gyklarir (jonglørar) og akrobatar, sum skulu vísa síni kynstur. Talan er um sirkus, bæði fyri børn og vaksin.Tilsamans eru tey 15 fólk við í ferðalagnum hjá sikus Arena, tá tey koma til Føroya.
Vetrarsirkus
Í heyst vitjaði sirkus Arena í Grønlandi fyri 19.ferð, og í hesum døgum ferðast tey kring Jútland við einum sonevndum vetrarsirkusi, ið kann framførast í stórum ítróttarhøllum. Og tá rundferðin í Jútlandi er liðug, gongur leiðin til Føroya.
Um sumrarnar ferðast sirkusið kring Danmark við einum stórum sirkustelti, sum framførslurnar verða hildnar í. Og tá eru m.a. eisini fleiri djór við í sýningunum. Men um vetrarnar minka tey framførslurnar, so tær kunnu haldast í ítróttarhøllum, og tá eru vanliga eingi ella bara heilt fá djór við. Og eingi djór vera við á Føroyaferðini hjá sirkus Arena.
Sirkus í hálva øld
Sirkus Arena er eitt gamalt sirkus, stovnað í 1955. Tað var pápi Benny Berdino, sum í dag er kendur sum tann syngjandi sirkusstjórin í Arena, ið legði lunnar undir hetta sirkusið. Benny Berdino verður eisini við í Føroyum, har hann fer at standa fyri framførslunum. Í dag rópa tey í sirkus Arena seg sjálvi fyri størsta sirkusið í Norðurlondum, og um sumrarnar eru 217 fólk knýtt at sirkusinum.
Sirkusstjórin hevur øll árini lagt seg eftir at hava sirkus, eisini á fjarskotnum leiðum í kongaríkinum, og sum longu nevnt hava tey verið ikki færri enn 19 ferðir í Grønlandi, umframt at tey hava havt fleiri framførslur í Íslandi.
Sirkus Arena vitjaði í Føroyum fyri 10 árum síðani, men síðan tá hevur sirkusið ikki verið aftur her. Men nú hildu tey so, at tíðin var komin at vitja Føroyar.
Góðar vónir
Tey í sirkus Arena hava góðar vónir um at føroyingar fara at taka væl ímóti sirkusinum, nú tey koma til Føroya. Fyrsta framførslan verður í høllini í Runavík fríggjadagin 7.februar klokkan 19, onnur framførslan verður í høllini í Klaksvík leygardagin 8.februar klokkan 17, og seinasta framførsla verður í Havn sunnudagin 9.februar klokkan 16. Tað kostar 110 krónur at síggja tey í sirkus Arena vísa síni kynstur.