Sissal Drews Hjaltalin vann í gjár virðisløn fyri "Best Supporting Actress", ella bestu sjónleikarindu í stuðlandi leikluti, fyri leiklutin sum Marita í filminum "Ikki illa meint" hjá Andriasi Høgenni.
Tað var altjóða filmsfestivalurin Satisfied Eye International Film Festival, sum handaði virðislønirnar.
– Tað sigur nógv um filmin, at tá filmurin var liðugur, hevði eg hug at geva henni eitt klemm. Framførslan var so syrgilig og sonn, at tað tóktist, sum eg kendi hana, segði verturin um avrikið hjá Sissal Drews Hjaltalin sum Marita.
– Tað er áhugavert, at okkara dómarir, sum gera viðmerkingar og annað til hvønn einasta film teir síggja, vóru so at siga allir samdir um at peika á hesa sjónleikarinduna til at vinna prísin fyri bestu sjónleikarindu í stuðlandi leikluti.
Hetta er ikki fyrsta virðisløn, ið "Ikki illa meint" hevur vunnið. Fyrr í ár vann filmurin eina Robert virðisløn fyri besta stuttfilm, umframt at hann hevur vunnið Geytan.