Sisu í øvutari menning

Frá at "styrkja vøddar og heila" til "Null"

Tá Sisu var framleitt í Havnini, var dentur lagdur á, at hetta er ein drykkur við drúusukri, ið stimbrar vøddar og heila.

 

Í 1977 nýtti Restorffs bryggjarí FM-vinnararnar úr TB í sínum lýsingum, við slagorðinum Sigur við Sisu.

 

Eftir at Sisu er flutt til Klaksvíkar (komið hoym, sum onkur frekt vildi vera við) er slagorðið nú vorðið "Sisu Null. Einki sukur. Einki litevni." Ein freistast at leggja afturat "Einki FM."

 

Onkur vil vera við, at í Klaksvík er ikki fyri neyðini at stimbra vøddar og heila. Søgan sigur einki um, hví so man vera.