Sitandi samgonga ein vandamikil cocktail

Høgni Hoydal førir áhaldandi fram, at undanfarna samgonga við sínum skattalættum var ábyrgdarleys.

Hetta er sjálvandi tað sum man kallar “politiskt spinn”, og tað er Høgni góður til.

Svullurin sum Høgni hevur so ilt av íkom í 1998 og hevur nú vaksið seg búnan til at bresta á tann sum var við til at íbirta hann.

Ótálmaði útreiðsluvøksturin og skerjing av fruminntøkum okkara, sum fullveldissamgongan legði lunnar undir, er nú við at merkjast, nú niðurgongd er í vinnuni, og búskapurin, sum síðan 1997 hevur verið fyri eksplosivari framgongd, nú er við at kølna.

Niðanfyri nevnda yvirlit vísir, hvussu útreiðslurnar vuksu frá 1992-2008 - legg til merkis, hvar stóra skriðan leyp bæði á útreiðslu- og inntøkusíðu landskassans.

 

í mió. kr.1992199319941995199619971998199920002001200220032004200520062007JInntøkur tilsamans2.5272.5022.5852.7342.7552.9664.1253.4703.5753.9313.7723.6643.5473.5964.5694.645Skattur9168587888988279381.0431.2351.3091.5671.6751.5801.5391.5081.6781.731Avgjøld o.a.7447309478989669561.0431.1071.1171.1481.2391.2741.2591.3221.5501.607Rentur3551295261545645621101397253464153Avlop frá Tjóðbankanum3144027252421212521322522221622Heildarveiting o.a.795814817852867898920945973995629632633631632635Aðrar inntøkur654799614211789905881416712088Serligar inntøkur0000009000000000532509Útreiðslur tilsamans3.4285.0362.9752.8672.6762.7882.7542.8222.9733.2343.5823.6423.6993.8063.8964.085Rakstur, stuðul o.a.2.4672.2532.1742.1312.1762.2992.3282.4532.5862.8463.1473.1923.3243.4673.5783736Løgur244167127717275100146174180240262228201268261Rentur2573264404664284143262232132081951881471385088Serligar útreiðslur4602.290234199000000000000RLÚ 1-441-244-156667917847164860269719022-152-21014151RLÚ 2-901-2.534-390-133791781.37164860269719022-152-210673560

 

Fullveveldis samgongan sum nú finst at okkara skattalætta, gav skattalættar fyri útvið 300 milliónum í bestu tíðum nakrantíð, men hóast skattalættarnar so øktist skattatrýstið við umleið 3,8% í sama tíðarskeiði orsakað av, at skattastigin ikki bleiv tillagaður.

Kostnaðurin at reka samfelagið Føroyar er blivin so tungur, at trupult verður at halda stand komandi árini.

Tað sær út til, at bøurin ikki er førir fyri at føða seyðin - okkara fiskigrunnar, okkara vinnulív okkara arbeiðandi fólk hevur trupult við at fíggja vælferðarsamfelagið Føroyar og áhaldandi krøvini til trygdina og vælferðina.

Kanska fer “klippingarideolgiin” hjá Hermani Oskarssyni nú at bera ávøkst - time will show.

Nýggir vinnu- og inntøkumøguleikar eru ringir at fáa eyga á - hesir sum loysingarvongurin lovaði at koma við ístaðin fyri blokkniðurskurðin, sum higartil hevur kostað føroyinginum 2,5 milliardir í minni vælferð.

Sitandi samgonga hevur sett sær fyri at yvirtaka fyri 200-250 millónir og harvið leggja eina enn størri byrðu á fólkið, skil tað hvør í vil.

At leggja enn størri byrðar bæði á fólkið og vinnuna - ein sera vandamikil gongd má sigast.

Ásannast má, at vit veruliga eru komin í vandasjógv við hesi politisku samanseting.