Tomislav Sivic, venjarin hjá B36, var vónbrotin yvir, at tað ikki hevði eydnast hansara monnum at spæla seg víðari í UEFA kappingini, men hann helt ikki, at hann kundi dadla spælarunum avrikið:
? Okkara stóðu seg so væl, sum teir kunnu. Trupulleikin er, at vit hava ongan álopsmann, sum lúrir eftir møguleikanum og skorar mál uppá kanska tann einasta møguleikan, sum hann fær í 90 minuttir. Burtursæð frá Sigfríði Clementsen, sum ikki er førur fyri at spæla meiri enn eina løtu, síggi ongan sovornan spælara, og um B36 komandi ár skal hugsa um at sleppa víðari í Europa Cup, so mugu teir fara út um landoddarnar at keypa álopsmannin ella dreparan, sum maðurin við hesum leiklutinum ofta verður róptur í fótbólti, heldur B36 venjarin.
Men tú hevur tveir spælarar, sum tilsaman hava skorað fleiri mál, enn øll tey, sum KÍ hevur fingið?
? Púra rætt. Jákup á Borg og John Petersen eru fínir fótbóltsspælarar, men tað er galdandi fyri teir báðar, at teir eru miðvallarar. Í landskappingini er mótstøðan ikki størri enn so, at vit megna at spæla okkum inn í málteigin, áðrenn við skora. Sovorðin mál kunnu allir miðvallarar gera, men í altjóða uppgávum skal hin maðurin vera har, og vit finna hann ikki.
? John Petersen er miðvallari á landsliðnum, og har er ann altíð millum teir bestu. Í dag lá stóri, sterki og skjóti Faruk stutt frá honum, og verjuspælarin var so mikið góður, at tað ikki eydnaðist John at sleppa av við hann.
Sært tú ongar spælarar við hesum eginleikunum í Føroyum?
? Jón Rói Jacobsen, U-16 spælarin hjá HB, og Hjalgrím Elttør, U-16 spælarin hjá KÍ, hava hatta í sær, men millum teir vaksnu í Føroyum finnur tú ongan sovornan. Á landsliðnum er betri statt, tí teir hava Toda Jónson, sum kann eksplodera á stuttum teini.
Men høvdu tit vunnið í kvøld, um tit høvdu ein spælara við sovornum evnum á liðnum?
? Møguleikin hevði í hvussu so er verið størri. Okkum restar eisini ein góðan miðverja. Høvdu vit hann, so hevði verið møguleiki fyri at havt Jens Kristian Hansen á miðvøllinum, Tað er har, at hann hoyrir heima, og tá eg sigi, at sera álítandi Pól Thorsteinsson eisini er miðvallari, so gerst tað meiri greitt, hvat tað er, sum eg tosi um. Hetta hevur nakað við útbúgvingina av spælarum at gera frá tí teir eru heilt ungir. Ein orduligur álopsmaður hevur fingið hetta í blóðið, tá hann var smádrongur. Hjá okkum eru allir teir bestu miðvallarar.
Um tit høvdu spælt hesar báðar dystirnar umaftur, hevði tú so farið øðrvísi til verka?
? Nei, eg hevði gjørt akkurát á sama hátt. Tað kann vera, at tað hevði eydnast, men hesa ferð vóru vit ov stuttir, og tað eri eg sera harmur um, tí eg haldi, at vit vóru betri enn teir, og eg haldi eisini, at vit áttu at havt skorað týdningarmikla málið á útivølli. Vit høvdu í hvussu so er møguleika til tað, og um vit høvdu havt hann, sum eg kalli fyri dreparan, so hevði tað ivaleyst sæð øðrvísi út, heldur B36 venjarin, sum metti ferðina at vera hægri í Gundadali, enn hon hevði verið í Ankara.