Loftrúm
Eftir at danska verjan tók radaran niður í Mjørkadali, eru tað føroyingar, sum halda, at lítil og eingin radardekningur er í loftrúminum yvir Føroyum. At radarin varð tikin niður, kom eftir hvat skilst eisini heldur illa við hjá Kontrolsentralinum í Reykjavík, haðani flogferðslan til og úr Føroyum verður stýrd.
Vága Lufthavn hevur samstarv við Navier (Flyvesikringstjenesten) í Danmark um fólkið, sum arbeiðir í torninum í Vágum. Tað er soleiðis, at tey seks, sum arbeiða í Vágum, eru leigað frá Navier, og tað er eisini Navier, sum ger avtalurnar við Ísland fyri føroysku loftferðsluna.
Finnbogi Niclasen, flogvallaovasti, sigur, at øll tey seks, sum arbeiða í torninum, eru føroyingar, og tey hava fingið sína útbúgving og eftirútbúgving hjá Navier.
- Vit hava eitt gott samstarv við Navier, og vit hava eisini gott samstarv við Kontrolsentralin í Reykjavík, sigur flogvallaovastin.
Tá radarin Mjørkadali varð tikin niður, fóru íslendingar at arbeiða við at fáa ein annan radara settan upp, men hesum kom einki burtur úr.
Seinni er so løgmaður farin í gongd við at fáa okkurt gjørt við hetta, og mangt bendir nú á, at nýggjur radari verður settur upp í Mjørkadali seinni í ár ella fyrst í komandi ári.
Føroyar vóru í nógv ár partur av eini ketu, sum varð rópt Early Warning, sum í fyrsta lagi fevndi um alt Norðuratlantshavið.
Orsøkin til, at henda skipan varð tikin niður, var, at tøknin er so nógv ment við nógv fleiri møguleikum enn áður.
Ísland hevur sínar radarar, sum røkka yvir ein part av Norðuratlantshavi, og haraftrat fær Kontrolsentralurin eisini myndir av loftrúminum yvir Føroyum.
- Men so vítt eg veit, eru tað tey, sum vilja vera við, at tað er eitt ávíst tómrúm yvir okkara loftrúmi, sum ikki var við gomlu skipanini, sigur Finnbogi Niclasen, sum kortini illa dugir at ímynda sær, at ikki alt loftrúmið yvir Føroyum er sjónligt hjá teimum, sum hava brúk fyri at vita, hvat gongur fyri seg.
Flogvallaovastin hevur tó varhugan av, at Kontrolsentralurin í Reykjavík kundi ynskt sær uppaftur betri dekning av loftrúminum yvir Føroyum.
- Men so vítt eg havi skilt, eru føroyskir og danskir myndugleikar samdir um at seta upp ein sonevndan sekunderan og sivilan radara, sum hann tekur til, og tað verður Navier, sum kemur at taka sær av radaranum.
Tað verður danska ferðslumálaráðið, sum kemur
at fíggja hesa íløgu.
Nýggi radarin kemur at lata myndir til Kontrolsentralin í Reykjavík, sum hesin síðan fer at gjalda fyri.
Finnbogi Niclasen vísir á, at tað er úr Reykjavík, loyvini koma um fráferðir og komu um Vága Floghavn, og tað er eisini haðani, at boðini koma um, hvussu flúgvast skal.