Sjúklingar betri kunning

Marjun Larsen, sum fekk krabbameinsviðgerð í 2001, segði í samrøðu við Sosialin fríggjadagin, at hon kendi seg ov lítið kunnaðan bæði áðrenn og aftaná viðgerðina. Sambært Føroya Felag Móti Krabbameini hevur heilsuverkið greiðir mannagongdir, sum burdu tryggja nóg góða kunning

Tá onkologiska deildin á Landsjúkrahúsinum varð sett á stovn í 1992, varð ein kunningarpolitikkur beinanvegin orðaður við greiðum mannagongdum, sum skuldi tryggja bæði sjúklingar og starvsfólk. Hetta sigur, Margret Mortensen, ráðgevi hjá krabbameinsfelagnum, sum eisini hevur arbeitt á Onkologisku Deild síðani 1993 og hevði arbeitt innan krabbameinsøkið í Danmark í fleiri ár.

- Kunningarpolitikkurin sigur greitt, at sjúklingurin skal verða kunnaður á skilabesta hátt, kunningin skal ikki fara framm ígjøgnum telefon, ein sjúkrasystir skal vera hjástødd, og sjúklingurin far boð um at hava ein avvarandi við sær, sigur Margret Mortensen.

Hennara royndir eru, at mannagongdir vera fylgdar á onkologisku deild, men at tað ikki kann sigast um kunningina ikki úti á deildunum. Har verða mannagongdirnar ikki altíð fylgdar, kanska tí at læknar hava skund og so víðari.

- Kunningin er ótrúliga týdningarmikil. At sjúkrasystur er hjástødd gevur læknanum trygd, tí so er eitt vitni til, at hann veruliga hevur givið neyðugu kunningina. Og sjálvandi er tað ein stór trygd fyri sjúklingin, tí sjúkrasysturin hevur ábyrgd av at fylgja kunningini upp við samtalum og faldarum.


Brúk fyri góðari kunning

- So vítt eg veit, so hava tey allarflestu ein avvarandi við sær til fyrstu samrøðuna. Onkuntíð kemur onkur einsamøll, kanska tí maðurin er sjómaður, men hetta eru undantøk, sigur Margret Mortensen. Men tað eigur ikki at koma fyri, at ein kvinna ikki verður kunnað um, at tað allarbesta er at hava onkran við sær til samtaluna, leggur hon herslu á.

Eisini kunningin um møgulig hjáárin er partur av mannagongdunum á Lanssjúkrahúsinum.

- Tá kvinnur hava fingið bæði kemo- og stráluviðgerð og kanska eisini tikið knyklar undir arminum, er vandin fyri lymfodemum út í armin stórur. Og kvinnurnar verða kunnaðar um rættin til massaguviðgerð og eina sokallaða armhosu.

Krabbameinssjúklingar skulu ganga til eftirkanningar í langa tíð eftir viðgerðina, og sjúklingar við bróstkrabba ganga til kanningar í heili 10 ár.

- Sambandið við onkologisku deild verður soleiðis fasthildið, og tað hevur stóran týdning, at sjúklingarnir verða kunnaðir um, at teir til eina og hvørja tíð kunnu venda sær til bæði Onkologisku deild og Krabbameinsfelagið, sigur Margret Mortensen.

Hon leggur herslu á, at flest allir krabbameinssjúklingar hava tørv á uppfylgjandi ráðgeving, tí sjálvt ein kvinna, sum bara fær ein knút tiknan, kann koma í eina lívskreppu.


Nýggj heildarætlan

Krabbameinsfelagið er í samstarvið við Almanna- og heilsumálaráðið í holt við at gera eina heildarætlan fyi krabbameinsviðgerðir í Føroyum. Uppskotið um nýggja heildarætlan er gjøgnumgingið á fundi við landstýrismannin og samtykt er at seta ein stýrisbólk og fylgisbólk at fyrireika heildarætlanina. Eisini varð samtykt, at samskipari skuldi setast til arbeiðið. Og á fíggjarlógini fyri 2008 eru 200.000 settir av til hetta.

Jákup N. Olsen, leiðari fyri krabbameinsfelagið gleðist um, at hol nú er sett á hetta neyðuga arbeiðið, tí stórur tørvur er á at fáa greiði á, hvussu alt krabbameinsøkið skal raðfestast, hvørjar viðgerðir skulu vera í Føroyum, og hvørjar skulu heldur verða gjørdar uttanlanda.

Men heildarætlanin hevði ikki broytt nakað fyri til dømis støðuna hjá Marjun Larsen, staðfestir Jákup N. Olsen, tí longu í dag eru greiðar mannagongdir, sum eiga at tryggja, at sjúklingurin verður kunnaður bæði áðrenn og aftaná viðtalur og viðgerðir.

- Um øll handlaðu, sum tey áttu, so varð hon kunnað – bæði um at hon burdi havt ein avvarandi við sær til samrøðuna og um tørvin á - og rættin til - fysieoterapeut.

- Men kanska gleppa mannagongdirnar við hvørt, og onkuntíð hava sjúklingarnir ikki orku at spyrja umaftur fyri at fáa alla kunningina. Tað er keðiligt, at tey sum eru væl fyri skulu fáa bestu sømdirnar, tí nógvir krabbameinssjúklingar eru sera illa fyri, men hetta síggja vit tíverri ofta, sigur Jákup N. Olsen.



TVEIR STUBBAR:


Ikki longur fulla kemoviðgerð í Føroyum

Krabbameinsviðgerðin av føroyskum sjúklingum var til í summar skipað so, at kemoviðgerð var givin í Føroyum, meðan kvinnur sum skuldu hava stráluviðgerð vórðu sendar til Danmarkar. Men í summar varð viðgerðin broytt, soleiðis at kvinnur ikki longur kunnu fáa alla kemoviðgerðina í Føroyum. Av tí at eitt nýtt evnið nú verður brúkt í viðgerðini, kunnu bara tær fyrstu tríggju viðgerðirnar fara fram her, meðan tríggjar tær síðstu verða gjørdar í Danmark.


Eftirlýsa mammografiskreening

Í Svøríki hava kvinnur í fleiri ár fingið bjóðað regluliga mammografiskreening, og í tað hava flestu amt í Danmark sama tilboð. Føroya Felag Móti Krabbameini ynskir, at føroyskar kvinnur eisini skulu fáa hetta tilboðið, og tey vænta eisini at tað fer at koma. Margret Mortensen, ráðgevi hjá krabbameinsfelagnum, sigur at mammografiskreening hevur týdning, tí jú fyrr sjúkan verður staðfest, jú betri eru útlitini fyri at verða frísk aftur. Royndirnar í Svøríki vísa, at mammografiskreeningin bjargar mannalív og sparir heilsuverki fyri annars dýrar viðgerðir.