Sjúkrabilarnir niðurslitnir

Tað tykist sum eingin langtíðarætlan er fyri, hvussu neyðsendar-og sjúkrabilarnir eiga at verða skiftir út, sigur Bjarni Djurholm m.a. í viðmerkingunum til fyrispurning

ÓLAVUR Í BEITI


Bjarni Djurholm hevur sett Helenu Dam á Neystabø, heilsumálaráðharra, tríggjar spurningar viðvíkjandi sjúkraflutningstænastuni í sjúkrahúsverkinum. Bjarni Djurholm vil hava at vita, umnøkur langtíðarætlan fyri endurnýggjan av neyðsendar- og sjúkrabilum er fyri sjúkrahúsverkið? Ætlar landsstýrismaðurin at seta pening av á fíggjarlógini fyri 2001 til keyp av sjúkrabilum? Og ætlar landsstýrismaðurin at gera nakrar tillagingar í sjúkraflutningstænastuni sum heild, so hon verður bíligari at reka?

Í viðmerkingunum til fyrispurningin, sigur Bjarni Djurholm, at støðan viðvíkjandi neyðsendar- og sjúkrabilum hjá sjúkraflutningstænastuni hjá Landssjúkrahúsinum eins og hjá hinum báðum sjúkrahúsunum er sera vánalig. Allir sjúkrabilarnir eru niður-slitnir, og kann tí beinleiðis vandi standast av hesi støðu.

? Neyðsendarbilarnir á Landssjúkrahúsinum hava ein miðalaldur um 8 ár. Tann elsti er 14 ára gamal. Sjúkrabilarnir á Landssjúkrahúsinum hava ein miðalaldur um 7 ár, harav tríggir eru 12 ára gamlir, sigur Bjarni Djurholm.


Knappa hálva mió. km

? Flestu sjúkrabilarnir á Landssjúkrahúsinum hava koyrt millum 250000 og 450000 km, so tað er eyðsýnt, at tørvur er á at skifta bilarnar út í næstum. Tað tykist sum eingin langtíðarætlan er fyri, hvussu neyðsendar-og sjúkrabilarnir eiga at verða skiftir út. Tí verða bilarnir áhaldandi umvældir við tí úrsliti, at samlaðu umvælingarkostnaðirnir, sum frálíður, verða ovurhonds stórir.

? Úrslitið er eisini, at sjúkrahúsverkið framhaldandi nýtir ótíðarhóskandi, niðurslitnar og óálítandi neyðsendar- og sjúkrabilar.

? Tað hevur ljóðað, at ætlanir hava verið um at umskipa sjúkraflutningstænastuna. Spurningurin er tí, um hesar ætlanir hava samband við møguligar langtíðarætlanir, tá ræður um at skifta út neyðsendar- og sjúkrabilarnar, sigur Bjarni Djurholm í viðmerkingunum og tí hevur hann eisini spurt.