Sjúkradagpeningur – eitt alneyðugt fokus

Gleðiligt, at Kringvarpið varpar ljós á fylgjur hins sjúka, starvsfelagar, arbeiðsgevarar og samfelagið tá fólk eru langtíðarsjúk. Gott, at til ber at fáa løn undir sjúku hjá mongum og at sjúkradagpeningur er ein møguleiki í 9 mánaðar. Vansir eru tó sanniliga eisnini við verandi skipan. Tí tíverri hava vit eina skipan, har einki krav er um uppfylging.

Uppfylging? Hvat er tað?
Tað almenna rindar sjúkradagpening til fólk í 9 mánaðar uttan at spyrja fólk um, hvussu tey hava tað, um ávísar arbeiðsuppgávur eru tey megna hóast sjúku, um tey megna at arbeiða nakrar tímar, hóast tey ikki megna fulltíðarstarv ella sum skjótast at veita fólki endurbúgving ella hjálp til aðra starvsleið, um tað er einasta loysnin. Ella er tað arbeiðsumhvørvið sum er púra sjúkt á arbeiðsplássinum? Alt hetta er upplagt at spyrja um og práta um - tá krav er um lógarfesta uppfylging.
Er talan um arbeiðsumhvørvið kann eitt Arbeiðseftirlit eisini bøta um tað, um normeringin er nóg góð. Bæði tá talan er um fysiskt og psykiskt arbeiðsumhvørvi.
Haldi tað vera øðiliga óheppi og beinleiðis skaðiligt, at einki krav eru um uppfylging í verandi løtu. Sjálv havi eg í grannalandi havt gleðina av at hjálpa og stuðla fólkum sum vóru sjúk, út á arbeiðsmarknaðin aftur. Og tað besta var, at í mongum førum skuldi avbera lítið til, so megnaðu fólk aftur arbeiðslívið aftur. Hinum sjúka, arbeiðsplássinum og samfelagnum til gagns. Ein tummilfingurregla er eisini, at jú fyrr fylgt verður upp, tess fyrr kunnu fólk fara aftur til arbeiðis – tess bíligari fyri allar partar. Meg minnist eina kanning um aldarskiftið sum vísti, at um fólk høvdu verið burtur frá arbeiðsmarknaðinum vegna sjúku í eitt ár, kom bert ein av 10 út á arbeiðsmarknaðin aftur. Lat meg nevna nækur dømi um, hvønn mun uppfylging kann gera:
Dømi 1:
Kvinna sum hevði tunglyndi og ongantíð væntaði, at fáa arbeiðsførleikan aftur. Hon byrjaði í smáum nakrar tímar um dagin og slapp undan uppgávunum, sum hon helt vera allarmest krevjandi. Hon, álitisfólk hennara, leiðarin og eg, sum umboðaði tað almenna høvdu regluglig prát á arbeiðsplássinum – tríggjar mánaðar seinni megnaði hon aftur at arbeiða fulla tíð.
Dømi 2:
Maður sum var elektirikari, í 50’unum og knøini vóru niðurslitin. Amboðini vóru tung og nógvar trappur vóru í økinum, har hann arbeiddi. Tískil sjúkrameldaður. Saman við álitisfólkinum og leiðaranum komu vit ásamt um, at hann skuldi royna bert at hava uppgávur har ongar trappur vóru. Hann arbeiddi tískil bert í einum øki har eingi háhús vóru og hann fekk arbeiðsamboð, sum vóru úr serliga løttum tilfari….og hann helt á at arbeiða fulla tíð. Skjóta uppfylgingin gjørdi allan munin.
Dømi 3:
Fekk samband við arbeiðsleysa kvinnu sum segði soleiðis: fyrr bagdi høvdinum einki, hevði diskusprolaps og fekk tí ikki arbeitt. Nú havi eg tað fínt í rygginum, men havi mist arbeiðið…og í høvdinum haldi eg nú ikki at eg kann brúkast til nakað. Tí er vorðið so trupult hjá mær at fáa starv. Sjálvsálitið er horvið!
Vitleyst
Tykist vitleyst, at hava eina skipan, sum bara veitir fólki pening, men ikki veitir fólki hjálp, so tey skjótast gjørligt aftur eru før at arbeiða. Vit eiga sjálvsagt at fylgja upp og spyrja fólk um, hvussu heilsustøðan ávirkar arbeiðslívið – og um tey megna nakað, hóast tey ikki megna at arbeiða fulla tíð.
Ábyrgd
Hvørs ábyrgd er tað, at fólk skjótast gjørligt aftur eru arbeiðsfør? Mín sannføring at tað eru arbeiðsgevarin, tað almenna, hin sjúki og yrkisfelagið. Aðrastaðani verður hugtakið sosial ábyrgd á arbeiðsplássinum nógv nýtt. Tað merkir bæði at rúm eisini eigur at vera fyri teimum sum hava skerdan førleika ella eru sjúk.
Starvsfólkanormeringar
At broyta lógina er fyrsta stigið, harumframt er avgerandi neyðugt at uppnormera, so tey sum hava við sjúkradagpeniningamál at gera eru væl ílatin til truplu samrøðuna og at málsnøgdin er hóskilig, so tey hava møguleika at gera munagott sosialt arbeiði.
Tjóðveldi og uppfylging
Tjóðveldi varpar áhaldandi ljós á hetta øki í kjaki, greinum og fyrispurningum. Júst nú eru vit við í einum arbeiðsbólki undir almannamálaráðnum, har vit sjálvandi eisini royna sum best at gera okkara ávirkan galdandi í hesum álvarsmáli.