Klaksvíkar Sjúkrahús hevur fingið 150.000 krónur frá sparikassa og arbeiðsmannafelag.
Pengarnir fara til sjónvørp, tí tað hevur sjúkrahúsið ikki sjálvt ráð til. Sjúklingarnir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi kunnu nú hyggja eftir sjónvarpi uttan at fara úr songini. Men nýggju sjónvørpini eru ikki eitt úrslit av, at Heilsumálaráðið hevur uppraðfest trivnaðin, og tí hevur sett pengar av til sjónvørp.
Hugskotið til nýggju sjónvørpini eigur Arthur Gudjonson úr Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, og saman við Norðoya Sparikassa kundi hann í gjár handa sjúkrahúsleiðsluni eitt gávukort á 150.000 krónur.
- Við tí játtan, sum vit fáa og hava fingið tey seinastu mongu árini, hevði tað ikki verið í bræði, at vit sjálvi høvdu havt ráð til at gera hesa íløguna, staðfestir Heri Ellingsgaard, umsjónarmaður á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í samrøðu í Sosialinum í dag.
Sjónvarpsgávan er ikki fyrsta privatfíggjaða íløga hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Norðoya Sparikassi hevur fyrr verið inni í myndini, ein kvinnubólkur fíggjaði einaferð ein ultraljóðsskannara, og aðrir felagskapir hava givið smærri gávur, sum til dømis leikur til børnini.
- Fyrr í ár heittu vit á Norðoya Sparikassa um at stuðla keypi av einum hjartatóli, sum skuldi brúkast millum annað í sjúkrabilunum. Hetta tóli var alneyðugt, men tað var dýrt, og vit høvdu ikki ráð at keypa tað.
- Antonius Olsen, vinnulívsmaður í Klaksvík, hoyrdi um tørvin á nýggjum hjartatóli og bjóðaði sær at fíggja tað. Tí kom Norðoya Sparikassi ikki við tá, greiðir Heri Ellingsgaard frá.
Sambært stjóranum í Norðoya Sparikassa eiga pengar at vera settir av til tey bleytu virðini í heilsuverkinum. Hann heldur, at tað fyrst og fremst má vera ein almenn uppgáva at oyramerkja pengar til hetta øki, men privatur stuðul er eisini góður afturat.
- Kanska onkur annar nú fer inn og stuðlar onkrum øðrum. Tað næsta kundi til dømis verið internetsamband. Tað kann ikki vera rætt, at tú skalt liggja avskorin frá umheiminum bara tí tú hevur brotið beini, heldur Eyðfinn Reyðberg.