Landssjúkrahúsið
Eg sigi fyri meg: Eg skuldi havt gjørt hetta fyri einum ári síðani.
Tað var ongin angur at hóma hjá Ingun Gaardbo, sjukrasystir á B 6 á Landssjúkrahúsinum, tá ið hon kom aftur til arbeiðis í gjáramorgunin.
Tá ið hon fór í jólafrí var annars onki sum bendi á, at hon fór aftur til arbeiðis á Landssjúkrahúsinum. Saman við 17 øðrum sjúkrasystrum á B 6, hevði hon sagt upp fyri at mótmæla tí harða arbeiðstrýstinum. Men í evstu løtu boygdi leiðslan á Landssjúkrahúsinum seg og játtaði at seta 1,8 sjúkrasystir aftur í eina tíð, ímeðan virksemið á medisinska deplinum verður endurskoðað.
Tískil møttu allar aftur til arbeiðis í gjáramorgunin og B 6 læt sostatt upp aftur sum ætlað.
Umframt at vera sjúkrasystir, er Ingun Gaardbo er eisini álitisfólk og talskvinna hjá sjúkrasystrunum á B 6, sum rættiliga hava sett viðurskiftini á Landssjúkrahúsinum í brennidepilin seinastu vikurnar.
? Tá ið vit søgdu upp, var tað í maktaloysi, tí arbeiðstrýstið er alt og hart, sigur Ingun Gaardbo.
Hon leggur samstundis dent á, at sjúkrasystrarnar høvdu ikki avtalað at sagt upp.
?Hetta var ein avgerð, sum vit 18 sjúkrasystrar tóku hvør sær, sigur hon.
Tað er ógvuliga ymiskt, hvat fólk hava hildið um støðuna, sum sjúkrasystrarnar á B 6 tóku.
Nógv hava stuðlað teimum. Prógv um tað fekst tá ið teir høvdu seinasta arbeiðsdagin fyri jól, tí tá fingu tær bæði blomstur og annað gott.
Hinvegin hava ávísir læknar verið í øðini. Jákup Petersen yvirlækni hevur alment skuldsett sjúkrasystrarnar fyri at neyðtaka Landssjúkrahúsið og ein annar yvirlækni hevur skírt hetta ?talibanmetodur?.
Men hetta rørir ikki Ingun Gaardbo.
?Eg haldi at hesar skuldsetingarnar eru ikki annað enn ein avleiðing av, hvussu sperd starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum eru, og so skal tað ganga útyvir onkran, sigur hon.
Hon sigur, at sjúkrasystrarnar á B 6 taka ikki skuldsetingarnar so tungt.
? Tað, sum hevur nógv størri týdning fyri okkum, er, at okkara egni leiðandi yvirlækni á medisinska deplinum, Jón á Steig, bað okkum góðan morgun og ynskti okkum vælkomnum aftur og segði, at hann var glaður fyri at síggja okkum aftur. Hvat onnur siga, nervar okkum ikki so nógv.
Tí heldur hon avgjørt ikki, at hetta fer at birta uppundir aftur tær ósemjur, sum hava verið ímillum læknar og sjúkrasystrar.
Gjørdu tað rætta
Hon sigur, at sjúkrasystrarnar á B 6 halda framvegis, at tær gjørdu tað rætta.
?Skal eg siga fyri meg sjálva, so angri eg, at eg ikki gjørdi hetta fyri einum ári síðani, leggur hon afturat.
Hon sigur, at tað var avgjørt ikki til stuttleika, at tær søgdu upp, ein fyri og onnur eftir.
?Tað er ræåuligt, at tað skal vera neyðugt at fara so ógvusliga til verka, áðrenn nakað hendir, sigur hon.
Men hóast tað eydnaðist at finna semju, ivast hon í, um hon hevði gjørt hetta einaferð afturat- at sagt upp fyri at leggja trýst á leiðsluna á Landssjúkrahúsinum.
? Tað hevur staðið nógv á til tíðir og í hesi vikuni høvdu fleiri av okkum fingið tíð til fund hjá ALS
Semjan ímillum leiðsluna á Landssjúkrahúsinum ber í sær, at 1,8 sjúkrasystir verður sett á B 6 afturat, til 1. juni.
Hetta hálva árið skulu skal virksemið á medisinska deplinum endurskoðast.
Ingun Gaardbo væntar avgjørt, at hetta verður eitt arbeiði, sum sjúkrasystrarnar fara at taka lut í.
Tó kann hon onki siga, fyrrenn tær eru kunnaðar um ætlanirnar hjá leiðsluni.
? Spurningurin er kanska meiri, hvat sjúkrasystrarnar á B 7 og á onkologiska ambulantorii siga, tí eftir, hvat skilst, skulu bygnaðarbroytingarnar á B 6 eisini umfata tær og tað verður kanska størri broytingar hjá teimum, enn hjá okkum á B 6.