Tey, sum hava keypt av hesum ávísu frikadellunum, eiga at beina tær burtur, ella at bera tær aftur í handilin Sjúkuelvandi bakteriur eru ávistar í kjøtfrikadellum, goymdar í kølidiski.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur á heimasíðuni, at hon veit, at frikadellurnar eisini eru seldar í handlum hjá Bónus Mylnuni í Føroyum, men tær kunnu eisini havt verið at fingið í øðrum handlum.
Frikadellurnar eru í 250 gram pakkum og tær eru pakkaðar 22. august 2007, á donskum virki við autorisatiónsnummari DK 884 EØF.
Tær halda sær til 26 septembur.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan biðjur fólk, sum hava keypt av hesum frikadellum, um at beina tær burtur, ella fara aftur til handilin við teimum.
Frikadellurnar eru ?COOP X-tra við ámerkingini, ?dit daglige pålæg?
Talan er um Danish Prime og tær eru pakkaðar hjá ?Tulip Food Company, DK 884 EF?
Tað er listeria bakteria, sum er funnin í hesum frikadellum og tær kunnu geva sjúkueyðkenni, ið minna um influensu, tvs fepur og høvuðpínu og viðhvørt eisini búkilsku.