Sjúkur krevja eykajáttan

Landssjúkrahúsið hevur biðið heilsumálaráðið um góðar 6,5 milliónir krónur afturat verandi játtan, tí sjúkrahúsið hevur ikki pengar til meirútreiðslurnar, sum standast av sjúkunum CTD og H1N1.

Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur við útvarpið hjá Kringvarpinum, at tað kostar Landssjúkrahúsinum 1,7 millión krónur at kanna fólk fyri CTD og H1N1. Herumframt fer tað at kosta sjúkrahúsinum fimm milliónir krónur til at koppseta fólk ímóti H1N1, og tað arbeiðið byrjar ætlandi í november.

Áheitanin frá Landssjúkrahúsinum er nú til viðgerðar í heilsumálaráðnum, og landsstýrismaðurin ætlar at fáa Landssjúkrahúsinum pengarnar á eykajáttanarlógini, sum fíggjarmálaráðið fyrireikar í løtuni.