Ein sjáldsamur fiskur er komin Fiskirannsóknarstovuni í hendi. Talan er um ein fisk, sum hevur fingið heitið Sankta Pætursfiskur, og er hann ongantíð sæddur á føroyskum sjógvi fyrr.
Sendari av fiskinum er Dánjal Jóhan Lisberg úr Sumba. Fiskurin varð veiddur av ísfiskatrolanum, Akraborg, tann 11 august 2001, men av tí hann var kruvdur, so var ikki møguligt at síggja, hvat hann hevði etið. Talan var tó um ein kvennfisk við hvílandi rognum, sum var 39 cm til longdar, og tá hann var kruvdur vigaði hann 910 gramm.
Vísindaliga heitið á Sankta Pætursfiski er Zeus faber, og á ørðum tungumálum eitur hann Saint-Pierre, Pesce San Pietro, peixe-galo.
Sum sagt, so er hetta fiskaslagið ikki sæð á føroyskum sjógvi fyrr. Hann verður tó veiddur út fyri strendurnar á Afrika og Vestur Evropa og norður til Suðurnoreg. Eisini er hann at síggja í Miðjarahavinum og í sunnara parti av Svartahavinum.
Sankta Pætursfiskur svimur stakur ella í smáum torvum á 50 til 150 metra dýpi, og viðhvørt niður á einar 400 metrar.
Nýggja fiskaslagið er eyðkent í útsjónd. Hann er hávaksin og smalur, høvdið stórt og kjafturin kann skjótast langt frameftir, tá hann tekur føði. Teinarnir, serliga í ryggfjøðurini, eru langir. Liturin er ymiskur, mest blankt silvurlittur og heldur myrkari á rygginum enn á búkinum, harliturin ofta skyggir grønt.
Gýtingin er við Suðurongland í juni-august, og í Miðjarðarhavinum í mars-mei.
Fiskurin er ein glúpskur ránsfiskur, ið livir mest av fiskasløgum sum sardin, sild og brislingi, men eisini av høgguslokki og ymiskum krabbadýrum.
Sankta Pætursfiskur hevur stóran týdning, sum hjáveiða í trol- og línufiskiskapi í Miðjarðahavinum og við vesturstrondina á Afrika, og hann sigst vera sera vælsmakkandi.