Sjálvandi skulu vit bryggja tað, sum vit selja. Sjálvandi skulu vit hava møguleika at bryggja eins sterkan løg, sum vit innflyta og selja. Ikki einans øl sterkari enn 5,8 prosent, men eisini brennivín omanfyri 50 prosent, um tað er tað, vit ynskja. Tað er tað, vit selja í Rúsdrekkasølu Landsins í dag.
Ikki ein einasti føroyingur setir spurnartekin við, at Føroya Bjór framleiðir sodavatn, sum vit oysa niður í børn okkara, áðrenn tey duga at siga nei takk ella skál. Eingin mótmælir, at Fóm kemur við feitum og freistandi ísum, nógv oftari enn Føroya Bjór ella Okkara koma við eini nýggjari øl.
Hinvegin skræða vit okkum vítt og breitt, tá Pál Weihe kemur við sínum vísindaligu tilráðingum um, at tað nokk ikki er so øgiliga snilt at eta seg proppmettan av grind fleiri ferðir um mánaðin. Tvøst og spik er ósunt og skaðiligt at eta, men tað floyta vit pent uppá. Tað er tað eftir øllum at døma eitt fullkomiliga legitimt argument, at brennivín er ósunt og skaðiligt, og tí skal tað ikki bryggjast í Føroyum. Ja, víst er tað ósunt, men tað verður ikki meiri ósunt av at verða bryggjað í Føroyum.
Føroyingar fara heldur ikki at drekka meira, um vit bryggja føroyskan løg, sum er sterkari enn 5,8 prosent. Tað eru tað annars fleiri, sum føra fram. Fylgja vit hesum logikkinum, so merkir tað, at føroyingar høvdu drukkið færri øl, um vit bara seldu Tuborg, Carlsberg, Heineken, Budweiser, Corona, Erdinger, Foster’s, Franziskaner, Hoegaarden, Paulaner , San Miguel og allar hinar útlendsku bjórirnar, sum eru at fáa í Rúsuni í dag. Hvør skal siga, er beistið føroyskt, so gongur tað heilt galið!
Soleiðis sum sølan av øl, vín og brennivín er samansett í Føroyum anno 2011, er einki sum helst logiskt, skilagott ella rationelt argument, ið talar fyri, at vit ikki skulu bryggja sterkar øl og brennivín í Føroyum. Samfelagsligt er heldur ikki eitt einasta haldbart argument ført fram, sum sigur hví, vit ikki skulu bryggja sterkari enn 5,8 prosent í Føroyum. Fíggjarliga og umhvørvisliga er tað eisini fullkomiliga klikkað, at vit skulu innflyta fremmandan løg, sum vit eins væl høvdu kunnað framleitt í Føroyum.
Skil tað hvør, ið skilja vil!