Sjálvboðnar eldsálir eru gullverdar

Myndin undir hesi grein er av nosliga umhvørvinum rundan um húsið hjá Kollafjarðar bátafelag. Hetta er ein sólskynssøga. Umframt at útleiga og fyriskipan av ávísum tiltøkum í hølinum, møtast kollfirðingar tvær ferðir um vikuna til ein kaffimunn og gott prát. Bátafelagið arbeiðir við at gera tað møguligt hjá ungum sum eldri, at hava ein felagspall har bátur, sjógvur og náttúran er felagsáhugamál.

##med2##

Meðan eg stóð og hugdi eftir húsinum og umstøðunum, hoyrdi eg tutlið frá til og frá renslinum, í 4 kørum ið standa nakað frá. Í hesum kørum er alskyns sløg av djórum og plantum úr sjónum. Børn og vaksin fiska ella fanga og er møguleiki at koyra tey í her. Beint áðrenn myndin av kørinum bleiv tikin stóðu tveir smádreingir og stuttleiku sær óført her. Hetta eru kør bátafelagið hevur fingið tilvegað. Tað vóru fyrst tvey kør sum nú eru vorðin til fýra, stuttligt.

Hetta er alt sjálvboði arbeiði. Tað er av alstórum týdningi at hesar eldsálir fáa møguleikar og nøktandi karmar at útvegað sítt arbeiði og áhugað. Hetta stymbrar og mennir felagsskapin.

##med3##

Tað skal verða lætt og einfalt hjá sjálvbodnum spýrum og eldsálum at veita sær hjálp frá kommununi, uttan mun um hjálpin væntar fíggjarliga ella á annan hátt.

Sjálvboði arbeiði er GULLVERT!  

 

Set X við Bergur R Dam Jensen á lista C til Tòrshavnar Býrað