Sjálvcensurur - ella politisk hetz móti Sosialinum?

Í Sosialinum tann 11. juni kunna vit lesa eina umbering. Blaðstjórnin gevur Norðuratlantsbólkinum í Fólkatinginum eina umbering, tí ein persónur í eini samrøðu við meg hevur brúkt nøkur orð, sum vóru kritisk móti einari kanning, sum hesin bólkur hevur gjørt. Legg merki til, at hetta er ein ”umbering” - ikki ein rætting

Eg má siga, at eg undrist.

Og tað stórliga.

Hvat gongur fyri seg?

 

Samrøðan var í blaðnum tann 23. mai. Men longu dagin fyri, tann 22. mai á síðu 19, var ein notits, sum segði frá hvat næsta samrøða fór at innihalda. Umleið 3 vikur eru nú gingnar, síðan orðini komu uppá prent. Hví kemur ein umbering nú?

 

Eg síggi bert tveir møguleikar, og báðir eru ótespiligir.

Antin hevur blaðstjórnin á Sosialinum sovið hesa tíð, og ikki vita hvat ið blaðið prentaði. So eru teir kanska farnir at blaða aftur í gomul bløð, har teir hava funnið nøkur ”óhóskandi” orð. Hesin møguleiki er lítið trúligur.

Ella eru teir pressaðir og hóttir av onkrum, sum følir seg raktan. Og tað kann bara vera hesin lítli bólkurin við tí uppblásta navninum, Norðuratlantsbólkurin, sum hevur lagt eftir Sosialinum.

 

Eg síggi tveir álvarsligar vandar í hesi løgnu umbering.

Eitt er, at Sosialurin nú praktiserar eitt slag av sjálvcensuri. Teir lata seg pressa. Teir vilja ikki lata fólk, sum úttala seg í samrøðum, brúka ávís orð og søguligar samanberingar.

Annað er, at ein politiskur bólkur leggur trýst og press á miðlar, so teir ikki tora at skriva ávís orð og meiningar. Eg skal ikki royna at seta navn á hendan tendens. Teir vilja skerja tað talu- og skrivifrælsi, sum er staðfest í okkara grundlóg § 77.

 

Haraftrat vil eg siga, at hesin lítli bólkur á Fólkatingi spælir eitt ódámligt og ómansligt hulduspæl.

Um teir meina, at nakað er í samrøðuni, sum er átaluvert, so kundu teir lagt navn til eina viðmerking ella rætting.

Um teir meina, at nakað straffbart er sagt, so eru teir vælkomnir at saksøkja. Men hundarnir tora ikki.

Eg fari undir øllum umstøðum at lata fólk siga sína erligu meining, og at brúka síni egnu orð, um líknandi arbeiði skal gerast aftur. Eisini sjálvt um tað nationalistiska etablissementið kanska følir seg rakt.

15. juni 2008