Sjálvmorð rakar okkum

Besti mátin at fyribyrgja sjálvmorði er at tosa um tað. Tí verður sett fokus á hetta torføra evnið á Alheimsdegnum fyri sjálvmorðsfyribyrging 10. septembur. Í Føroyum verður dagurin hildin í Miðlahúsinum í Vágsbotni, har fundir, kjak og fyrilestrar verða á skránni


Í Føroyum verður dagurin hildin undir heitinum Sjálvmorðfyribyrging viðkemur okkum øllum. Høvuðsdenturin verður lagdur á fyribyrging og á at lýsa støðuna hjá teimum, sum sita eftir fyri at meta um, hvat kann gerast fyri at hjálpa. Soleiðis kunnu vit vísa, at vit hava eina felags ábyrgd fyri at bjarga lívum, sum annars vóru mist av sjálvmorðsávum.
Talið á sjálvmorðum í Føroyum er ikki stórt, um vit samanbera við grannalondini, men eisini eitt lítið tal kann gerast minni. Og hóast talið er lítið, so ger tað ikki, at tað er minni svárt hjá teimum, sum sita eftir  kanska tvørturímóti.
Sjálvmorðstrupulleikin
Sjálvmorð er ein av heimsins størstu heilsutrupulleikum. Á hvørjum ári doyggja uml. 1 millión fólk fyri egnari hond. Hetta merkir somuleiðis, at sjálvmorð er ein av størstu deyðsorsøkunum í heiminum, serliga millum ungfólk, og rakar tað einstaklingar, familjur, arbeiðspláss og grannaløg. Fíggjarligu útreiðslurnar, sum stava frá sjálvmorðum og sjálvskaðandi atferð kosta milliardir av krónum á hvørjum ári.
Ein millión sjálvmorð hevur við sær
- miss av mannalívum, sum er størri enn talið á teimum sum doyggja av kríggi og kriminaliteti
- talið á deyðum er tríggjar ferðir størri enn talið á teimum, sum doyðu í flóðalduni í Asia í fjør
- eitt tal, sum svarar til talið á deyðum aftaná terroratsóknina í New York 11. september 2001  hvønn einasta dag í árinum.
Hvørt sjálvmorð hevur við sær:
- miss av lívi, miss av evnum, miss av førleika og miss fyri samfelagið sum heild
- miss av einum soni ella dóttir, einum pápa ella mammu, einum beiggja ella systir, miss av einum vini ella starvsfelaga
- eitt sár, ið er torført at lekja hjá teimum, sum sita eftir.
Fyribyrgjandi tiltøk
Tíbetur er sjálvmorð ikki nakað, sum vit bara mugu góðtaka. Sjálvmorð kunnu fyribyrgjast á ymsar mátar. Um allan heim er stórur tørvur á munagóðum, samskipaðum og umfatandi sjálvmorðsfyribyrgjandi tiltøkum. Hesi tiltøk eru neyðug, um vit skulu kunna minka um høga talið av sjálvmorðum, sjálvmorðsroyndum og trupulleikum, sum standast av sjálvmorði og sjálvskaðandi atferð.
Munadygg sjálvmorðsfyribyrging krevur nýhugsan, umfatandi tvørfakligt samstarv, bæði uttanfyri og í heilsuverkinum, í útbúgvingarverkinum, vinnulívinum, løgregluni, rættarskipanini, trúðarsamfeløgum, hjá lóggevarum, politikarum og eisini fjølmiðlarnir mugu verða við.
Hvør kann hjálpa ?
Aftanfyri eitt sjálvmorð eru nógvar, ofta fløktar orsøkir, eitt nú sálarligar sjúkur, rúsevnismisnýtsla, fátækaradømi, sosialir trupulleikar, missur, samskiftistrupulleikar ella arbeiðstrupulleikar
Tað er sjálvandi brúk fyri serkønari vitan í stríðnum móti sjálvmorðum, t.d. fakfólki í psykiatri, heilsu-, almanna- og samfelagsøkinum. Hesi fakfólk hava ein leiklut, tá tað snýr seg um metan av vanda, tørv á bráðfeingis tiltøkum og at geva viðgerð av ymsum slagi. Eisini tá tað snýr seg um at koma við vitan frá gransking og eftirmeting av fyribyrgjandi tiltøkum, eru fakfólkini umráðandi.
Men sjálvmorð kunnu ikki fyribyrgjast munagott bara við hjálp frá serkønum. Vit mugu øll taka lut.
Øll kunnu gera okkurt fyri at minka um talið á fólki, sum í sálarkreppu royna at gera av við seg. Tá sjálvmorðstrupulleikin stendst av einum samspæli millum nógvar ymiskar orsøkir, kunnu vit eisini stríðast móti hesum uppá fleiri mátar. Tí er brúk fyri, at vit øll eru við: Sjálvmorðsfyribyrging viðkemur nevniliga okkum øllum.
Tabu
Sjálvmorð er nakað, vit helst ikki tosa um. Og júst tey sterku sosialu og moralsku tabu og tær mytir, sum eru um sjálvmorð, og tey, sum sita eftir, forða okkum í at gera nakað munagott fyri at fyribyrgja sjálvmorðum. Tabu forða okkum í at tosa opið og frítt um trupulleikarnar, og harvið um hvat eigur at verða gjørt.
Mytirnar skíra ofta fólk við sjálvmorðshugsanum sum sinnissjúk, fólk, sum hava roynt at tikið lívið av sær sum manipulerandi og sjálvmorð, sum nakað, ið ikki slepst undan. Mytirnar elva til grundleggjandi skeivan hugburð og eru ein forðan fyri broytingum. Tí er stórur tørvur á at broyta almanna hugburðin og vekja ans fyri sjálvmorði sum ein álvarsligan heilsutrupulleika, sum tað ber til at fyribyrgja.
Endamálið við tiltøkunum 10. septembur er tí fyrst av øllum at seta sjálvmorðsfyribyrging á almennu dagsskránna um allan heim. Í Føroyum eru tað Tormóður Stórá og Kathrina L. Joensen, sálarfrøðingar, sum saman við Miðlahúsinum í Vágsbotni hava tikið stig til at halda dagin við fundum, fyrilestrum, kjaki. Endaliga skráin er ikki fastløgd enn, men meir verður at frætta um tiltakið seinni.