Tað var stórur munur á. Fríggjakvøldið sá tað út til, at eingin landskappingardystur fór at vera norðoyarstevnudag. Sunnukvøldið frøddust teir á stevnuni um, at fótbóltsflaggskipið hjá norðoyingum hevði vunnið trý stig, og at teir høvdu bøtt málmunin, sum ikki hevur havt tað ov gott fyrsta triðingin av kappingini. Og harvið fekk sjálvsálitið hjá KÍ spælarunum eina tonn uppeftir.
Longu í 2. minutti setti Rógvi Jacobsen hol á, men tað var ikki fyrrenn í seinna umfarinum, at tað gjørdist greitt, at sigurin fór at verða sannførandi. Rógvi Jacobsen økti í 37. minutti.
Í báðum førunum í 1. hálvleiki var tað Heðin á Lakjuni í vinstru, sum hevði næstsíðsta fótin á. Rættulig ferð kom á skriðulopið, tá seinna umfarið bara var ein góðan minutt gamalt. Eftir horna og út frá aftur smekkaði Heðin á Lakjuni flatt millum vinir og fíggindar, so var 3?0, og so rullaðu málini ígjøgnum.
At leggja merki til
Merkisvert var tað, at Jan Andreasen, sum var leikbannaður móti B36, ikki fekk kjansin aftur fyrrenn í 2. hálvleiki móti sumbingum. Tá loysti hann Kristian á Lakjuni av. Meinhard Joensen vardi KÍ málið eftir steðgin. Zoltan Kujundric fekk ein løst í 1. hálvleiki, og tað varð ikki hildið at vera ráðiligt, at hann helt fram.
Tað var eisini merkisvert, at tað endiliga eydnaðist jugoslavanum, sum klaksvíkingar vóna skal gerast nýggja álopsessið hjá teimum, at skora. Srecko Milicevic misnýtti fleiri ferðir í Gundadali móti B36, men hesa ferð eydnaðist tað. Eftir at Harley Bertholdsen hevði umsett úr ellivu metrum, tí Marek varð feldur, skoraði Srecko eftir innlegg úr vinstru, og so eftir at ein púra leysur Rógvi Jacobsen hevði trillað bóltin upp á tvørs.
Rógvi Jacobsen økti til 7?0, tá hann var púra leysur mitt fyri, og Heðin á Lakjuni skoraði til 8?0, eftir at innlegg var komið frá baklinjuni í vinstru.
Síðsta seymin slerdi Hjalgrím Elttør í. Ungi álopsmaðurin fylgdi upp og var fyrstur á, eftir at alt annað enn arbeiðsleysi Eigil Olsen í sumbiarmálinum í fyrstu atløgu hevði hálvbjargað.
Talan var allan 2. hálvleik um uppvísningsfótbólt hjá KÍ. Teir høvdu møguleikar at skora í hvussu so er fimtan mál, men tað tóktist sum áskoðararnir vóru nøgdir við 9?0.
Tunnir sumbingar
Her býr eitt mergjað fólkaslag, syngja sumbingar í hyptnosusanginum. At teir eru mergjaðir hava sumbingar so ofta víst ? bæði í farnari tíð og í nútíðini.
Men á norðoyarstevnu vóru teir tunnir. Fleiri av føstu monnunum vóru ikki við, tí teir eru smáskaddir. T.d. sótu á beinkinum alla tíðina Eirikur Joensen og Sasa Tomajek ? toppskjúttin sum býr í Klaksvík, har hann arbeiðir á Kósini.
René Thomsen kendi seg noyddan at taka seg burturúr longu miðskeiðis í 1. hálvleiki. Tað hevði fleiri umskipingar við sær, og tað toldi liðið ikki.
Tað hevur gingið væl hjá Sumba, tá Mortan úr Hørg og Bergur Vinther hava verið í miðverjuni. Hesa ferð hevði Milan Cimburovic sett nýggjar menn frammanfyri Marlon Kjærbo. Ætlanin tóktist vera, at Bergur Vinther í høgru skuldi byrgja fyri skjótleikanum hjá Heðini á Lakjuni, og at Mortan úr Hørg skuldi stríðast á miðvøllinum.
Spasojé í miðverjuni hevði stórar trupulleikar at fylgja Rógva Jacobsen, sum oftast var leysur í brotsteiginum. Rógvi skoraði beinanvegin til 1?0, og so líka sum duttu fyritreytirnar fyri sumbiar upplegginum á gólvið.
Mortan úr Hørg fekk als ikki ta nyttu úr sínum góðu fótbóltsevnum, sum hann ofta hevur fingið, tá hann hevur verið í miðverjuni. Har hevur hann megnað at fingið tak á bóltinum og spælt hann út frá. Hesa ferð sparkaði miðverjan, og so fingu teir bóltin beinanvegin aftur í høvdið.Síðstu løtuna av fyrra umfarinum høvdu sumbingar tveir møguleikar at skora, men ellivu metrar úr málinum og mitt fyri misnýttu Tummas Jóhan Nónfjall og innskifti Jón Lisberg, og so sást ikki meiri til sumbingar í KÍ brotsteiginum.
KÍ: Zoltan Kujundric ? Harley Bertholdsen, Amdrzej Pacek, Niclas Niclassen, John Ryan ? Kristian á Lakjuni, Jan Joensen, Marek Wierzbicki ? Screko Milicevic, Rógvi Jacobsen, Heðin á Lakjuni
Sumba: Eigil Olsen ? Bergur Vinther, Trygvi Nielsen, Marlon Kjærbo, Spasojé Biberdzic, Tummas Jóhan Nónfjall ? Jan Poulsen, Hans Jákup Thomsen, Mortan úr Hørg, Hallur Dam Joensen ? René Thomsenit nú fingið sonevndu dómaratestina at rigga, soleiðis at vit kunnu tryggja, at dómararnir eru nóg væl fyri kropsliga, og hetta er so í øllum førum eitt stig á leiðini.
At enda sigur formaðurin í dómarafelagnum, at tað nú ræður um hjá teimum at koma víðari, soleiðis at fótbólturin verur tæntur sum best.
- Høvdu vit hildið fast um, dystirnir ikki skuldi spælast, hevði hetta fyrst og fremst rakt feløgini og ikki FSF, og tað var jú ongantíð ætlanin við tiltakinum, sigur formaður felagsins at enda.