Eftirmeting
Vanlukkuliga valúrslitið hjá Sjálvstýrisflokkinum skuldi til viðgerðar á fundi seinnapartin í gjár. Fundurin varð hildin eftir, at Sosialurin var farin til prentingar.
Edvard Hermansen, landsnevndarformaður í Sjálvstýrisflokkinum sigur, at fundurin skuldi gera eftirmetingar eftir hetta «lortavalið«, sum hann tekur til, ið flokkurin hevði týsdagin. Í aðrar mátar er ikki so nógv at siga um, hvat viðgjørt verður, segði hann.
Um grundina til valúrslitið sigur Edvard Hermansen, at eftir hansara tykki, var tað rumblið um formansvalið fyri stuttum, sum sást aftur.
?Tað var púra ørt í høvdinum at hava eitt formansskifti so stutt undan einum vali, sigur hann.
Har ljós brenna fá
Lítið var til frammanundan, og tá so summi rýma aðrastðani ella sita heima, er skjótt at merkja mun, ásannar Edvard Hermansen.
Hann vísir á, at úti í Fugloy var afturgongd, sum hann tilskrivar einum ávísum navnnevndum limi, sum farin er hiðani av fold.
?So lítið skal til, at á einum lítlum plássi skal bara ein atkvøða til at ávirka prosentpartin munandi, sigur Edvard Hermansen.
»Har ljós brenna fá undir lágari lon, sæst gjølla, tá eitt teirra slóknar. Tá maður verður til fúkandi fon, hitt fámenta liðið hoknar«, yrkti Janus Djurhuus. Og sjálvdan man tað hava passað betri enn í hesum førinum.
Edvard Hermansen metir tó, at størri parturin av teimum atkvøðunum, sum ikki komu aftur í mun til seinasta val, eru slíkar, sum als ikki hava verið á vali.
Nakrar eru ivaleyst farnar aðrastðani, tí fólk eru ikki so floksbundin í dag, sum vanligt var fyrr. Men at Sambandsflokkurin skal hava svølgt Sjálvstýrisflokkin soleiðis, metir hann ikki.
Edvard Hermansen heldur, at tað heldur munnu vera fólkafloksatkvøður, sum farnar eru til Sambandsflokkin fyri líkasum at byrgja eitt sindur upp fyri fullveldisrákinum hjá Tjóðveldisflokkinum.
Og tað heldur hann vera eitt ræðandi rák, tá nú samgongan hevur ein skipaðan fullveldispolitikk. Men ein sannroynd er, sambært Edvardi Hermansen, at partar av Fólaflokkinum eru als ikki so fullveldissinnaðir, sum stevnan annars er til.
Sjálvgjørt
Heldur ikki Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýrisflokkinum ivast í, at úrslitið var sjálvgjørt.
Hann ásannar, at tað var óhepið at formansskiftið og fólkatingsvalið komu at liggja so nær hvørjum øðrum.
?Men vit vistu ikki, tá formansvalið var, at hetta valið fór at koma nú. Tað var væntandi seinni.
Hann sigur undan eftirmetingarfundinum í Sjálvstýrisflokkinum, at hann ætlar sær ikki beinanveg at leggja frá sær. Formaðurin kann bara veljast á aðalfundi, og hann verður ikki fyrr enn um eitt ár. Og Sámal Petur í Grund sigur, at hann hevur einki frætt um, at nøkur ætlan er um at trýsta hann til at fara frá.
Hann sigur, at væntandi var alla tíðina, at Sjálvstýrisflokkurin fór at fáa eitt vánaligt fólkatingsval.
Havandi 1998 valið í huga, kundi tað statistiskt bara ganga niðureftir. Men so vánaligt hevði hann kortini ikki væntað, sigur hann.
Sámal Petur í Grund sigur, at hetta valið kann als ikki samanberast við eitt løgtingsval, og hann ivast ikki í, at komandi løgtingsval verður nógv betri hjá Sjálvstýrisflokkinum.
Nær tað kann væntast at verða, vil hann ikki siga nakað um. Samgongan kom ikki so væl sum ætlað burtur úr fólkatingsvalinumog hevur tí helst ongar ætlanir um løgtingsval í ótíð. Men stutt er eftir av skeiðnum, og val skal haldast í seinata lagi 30. apríl.
Tann dagin hevur løgmaður fyrr nevnt, og Sámal Petur í Gurnd, visir á, at 30. apríl 2002 er týsdagur, sum er vanligur valdagur.