Sjálvstýrismál - kommunumál

Sjálvstýrið, leyst av Danmark ella ikki, er júst tað sama sum við kommunumálinum.

Skulu vit hava størri eindir, so sum kommununevndin mælir til, ella skal verandi skipan varðveitast. Orsøkin til at mælt verður til størri eindir er jú tann, at smáu kommunurnar ikki megna at útfylla tann karm ið krevst í dag av eini kommunu.

Allar Føroyar eru ikki fyri annað at rokna enn ein litil kommuna, sammett við eina meðal kommunu í t.d. Danmark, roknað eftir íbúgvum. Tað ber nú ikki til at byggja eina nýmótans trolarabrúgv á eitt 4 mannafar.

Hetta er júst tað okkara loysingarhetjur eru í ferð við at gera. Hesin knappliga íkomni ovurhugi fyri loysing kann als ikki stava frá gjølla, væl undirbygdum hugsanum um avleiðingarnar. Heldur er hetta ungdómsins idealisma fyri eini utopi ella fatamorgana ið veruliga ikki er til.

Fleiri dømir finnast um lond, fleiri hundað ferðir størri enn Føroyar leggja saman við tættari tilknýti hvørt við annað, t.d. ES.

Danmark saman við hinum norðanlondunum er við í felagsskapinum. Undantikið er Noreg, sum enn iki er innlimað og Ísland. Av hesum sæst, at frægari heilar enn teir ið sita á okkara politikarum, fyri langt síðani hava sæð fyrimunirnar við samarbeiði, heldur enn spjaðing.

Eitt skal vera sligið rimmar fast, loysa vit frá Danmark í óðum verkum, so sum okkara veruleikafjaru tjóðskaparidealistar leggja upp til, verður m.a. okkara sosiala vælferðarsamfelag bumbað aftur á steinaldarstøði.

Íslandsmodellið verður ofta tikið fram sum dømi og fyrimund. Ísland fekk sítt sjálvstýri tann 17. juni 1944. Sostatt kunnu teir í ár halda 45 ára dagin.

Ísland hevur fleiri ferðir betri umstøður at klára seg sjálvstøðugt enn Føroyar allar vegir - Fiskigrunnar fleiri ferðir størri enn okkara. Jarðarhitin upphitar Reykjavík og onnur pláss ókeypis. Elorkan kostar einki at kalla, eitt væl útbygt jarðarbrúk v.m.

Sjálvur var eg í Íslandi fyri tveimum árum síðani, m.a. á Akureyri. Eg var í nøkrum stórhandlum at kanna prísir o.a. Ótrúligt so dýrt alt var, nógv nógv dýrari enn í Føroyum. T.d. kostaði ein høsnarungi í frystarínum 800 ísl. kr. uml. 80 kr. føroyskar. Eitt seyðarhøvd 600 kr., o.s.fr. Tað einasta eg fann ið var bíligari, var mjólk.

Tá tímalønin har er bert um helvtina av tí føroysku, er lætt at skilja hví neyðugt er hjá íslendingum at arbeiða 12-14 tímar dagliga, hóast skatturin er nakað lægri enn í Føroyum.

Hetta átti at givið fakfelagsloysingarkonuni Ingeborg Vinther og øðrum nakað at hugsa um.

Takk fyri upptøkuna,


Eiko Apol