Sjálvstøðugar Føroyar málið

Sálarliga sjúk og menningartarnað eiga at raðfestast sera høgt í eini komandi samgongu, heldur Svenning av Lofti

Í kjakinum tók eisini Svenning av Lofti orðið, og tað er eingin loyna, at eitt av hansara avgjørdu hjartamálum eru tey sálarliga sjúku. Hann minti fundin á, tá hann og konan fóru í løgtingið við plakat at vísa á, at hóast tað er gott at hjálpa uttanlands, so eiga vit fyrst og fremst at hugsa um okkara egnu.

- Alt gott um hjálpararbeiði uttanlands, men tað er ikki virðiligt, at lata okkara egnu sálarsjúku rotna burtur á sálarsjúkrahúsi, og ikki hava ráð at geva teimum tak yvir høvdið, segði Svenning av Lofti.

Hann helt, at um ella tá Miðflokkurin kemur í samgongu eftir valið, eigur umsorgan fyri teimum sálarsjúku og menningartarnaðu at raðfestast ógvuliga høgt. Hesi eiga at fáa eina virðiliga viðferð, helt hann.

Svenning fanst eisini at ymsu avgjøldunum, eitt nú oljuavgjaldið, sum hann helt átti at verið avtikið sum skjótast. Men alt, vit gera, eigir at bera fram móti stóra málinum, sum eitur einar sjálvstøðugar Føroyar, helt Svenning av Lofti.