- Tað sakar ongan ikki at fáa sex í nakrar vikur. Ein fær nøkur ting sum gávu spenning og annað, men noyðist eisini at ofra seg og at vera meira fleksibul.
Orðini eigur sexologurin, Karin Dahl, sum dagliga fæst við at vegleiða kvinnur og menn. Karin Dahl, heldur, at eitt parlag, har maðurin siglir, verður sett í eina roynd rættiliga skjótt:
- Antin riggar tað, ella riggar tað ikki at liva saman við einum sjómanni. Álit er lyklaorðið. Um álit ikki er, er eingin intimitetur. Tað ber sjálvandi til at hava »forsoningssex«, men tað riggar ikki í longdini, sigur Karin.
Sexleikur
Karin heldur ikki, at tendensirnir eru størri at nýta sexleikur úr reyða kuffertinum, í einum parlagið, har maðurin siglir. Annars hevur Karin ikki stórvegis meinginar um sexleikur. Hon metir tó, at sexleikur ikki halda kvinnuni uppi, meðan maðurin er burtur:
- Tá er tað heldur longsulin og spenningurin, um at maðurin kemur heim aftur skjótt, sum heldur henni uppi. Men hinvegin vil tað ikki siga, at sexlívið altíð er gott, tá maðurin er sjómaður. Sexlívið verður kanska ikki ov trivielt, men aðrir trupulleikar kunnu vera í seingini.
Ikki »nonstop«
Nógvar sjómanskvinnur vilja vera við, at tær eru í song saman við manninum hjá sær »nonstop«, meðan hann er heima. Hesum ivast Karin í:
- Tað ber av praktiskum grundum ikki til, sigur hon.
Liggur eitt ávíst trýst ikki á kvinnunum, tá maðurin kemur heim?
- Jú, avgjørt. Kvinnan skal bæði liva upp til sínar egnu væntanir, men eisini vónirnar
hjá manninum. Um hon møguliga er stressað, hevur eitt strævið tíðarskeið á arbeiðsplássinum ella aðrar trupulleikar, skal hon hóast hetta geva sær stundir til at vera saman við manninum 100%.
- Tað kann eisini vera frustrerandi hjá henni, um hon ikki megnar at liva upp til vónirnar hjá manninum. Kanska hon plagdi at fara í song við honum næstan hvønn dag, men nú hava tey fingið nýtt hús, hon nýtt arbeiði, fleiri børn, hevur menstruatión ella er kanska við barn. Tá eru tað ikki allar, sum hava hug til sex, men nú er maðurin komin heim, og nú eigur og skalt tú bara hava hug til sex í einar fimm vikur. Tað eru slík øki, ið hava týdning, sigur Karin.
Hon skoytir uppí, at tá maðurin fer avstað aftur, liggur somuleiðis eitt ávíst trýst á kvinnuni:
- Generelt hava menn og kvinnur ymiskan sexualitet. Kvinnur skulu ofta vera í góðum lag og kenna rætta huglagið fyri at hava hug, meðan maðurin møguliga hugsar, at nú skulu tey fara í song saman fleiri ferðir, tí nú fer hann skjótt avstað.
Stákan
Áðrenn maðurin kemur heim, er sum oftast nógv stákan heima við hús. Nú skal alt vera reint og nossligt. Men Karin er ikki sannførd um, at hetta altíð er tað rætta:
- Kvinnur eru ofta teir skrappastu dómararnir sjálvar. Nú skulu tær voksa hár, tapa seg, til frisør, taka sól og yvirhøvur glampa frá topp til tá. Men flestu menninir vilja óivað heldur koma heim til eina glaða og avslappaða kvinnu heldur enn eina, sum er alspent og útspílað. Og um tað endiliga skal vera, so rokni eg við, at maðurin heldur vil sleppa at raka bikinilinjuna hjá kvinnuni sjálvur, sigur Karin.
Hon leggur tó afturat, at hon skilir væl, at flestu kvinnurnar gera seg kláran í fleiri dagar:
- Til eitt vist er tað eisini ein partur av spælinum.
Fordómar
Spurd, um eitt sjómanspar kanska er meira útsett fyri fordómum og slatri enn onnur pør, játtar Karin:
- Um fordómarnir ganga út yvir nakran, er tað kvinnuna. Vit halda oyru og eygu opin og fylgja við tí, hon ger, tá maðurin er burturi. So hevur onkur sæð ein nýggjan bil í túninum, so er hon aftur í býnum og hevur skikkað sær illa o.s.fr. Generelt eru vit meira umberandi fyri manninum, tí hann er so raskur.
Men kunnu menn ikki somuleiðis koma í trupulleikar við slatri og illhugsanum um, hvat hann ger, tá hann er burtur?
- Jú, men ikki í líka stóran mun. Tað er eingin ivi um, at horuídnaðurin er stórur uttanlands. Men eg meti ikki, at sjómenn gera sær størri dælt av støðuni enn aðrir menn.
- Nú á døgum eru sjómenn ikki eins líka leingi burtur, og teir vóru fyrr. Hetta ger tað lættari at fáa eitt »long distance parlag« at rigga. Umstøðurnar í dag eru nógv lagaligari. Eitt parlag, har maðurin siglir, kann í dag samanberast við eitt parlag, har maðurin arbeiðir í einum øðrum býi og bert er heima í vikuskiftinum. Kvinnan og maðurin skulu heldur ikki skora hvønn annan av nýggjum hvørja ferð, maðurin kemur heim. Nú ber tað til at hava regluligt samband umvegis teldu og telefon.
Yvirhøvur heldur Karin, at føroysk pør standa seg væl. Føroyingar eru tolerantir og realistiskir:
- Vit vita, hvat tað vil siga at liva í einum sjómansparlagi, tí vit eru tætt upp á onnur, sum liva á sama hátt, sigur Karin at enda.