Sjónbandið av donsku Louisa Vesterager Jespersen og norsku Maren Ueland, sum tann 17 desembur í fjør vórðu myrdar á teirra jólaferð í Marokko, verður nú deilt millum ungdóm á donskum skúlum, hetta skrivar dr.dk á heimasíðu teirra. Bæði danskar og norskar mynduleikar hava roynt at steðga deilingini av sjónbandinum, men hóast hetta verður sjónbandið framvegis sent runt á sosialu miðlunum.
Í Vejgård Østre Skole, í Aalborg, hevur leiðslan tosa við næmingar úr sjeynda og áttanda flokki um hetta sjónbandið. Hetta hevur serliga verið neyðugt av tí at fleiri av næmingunum hava sæð hetta sjónbandið, og tað av tí sama kann elva til trýst á restina av næmingunum at eisini hyggja eftir sjónbandinum. Fyri at lætta um hetta trýsti, ella fyri at takað tað heilt burtur, hevur skúlin tikið avgerðina um at práta við næmingarnar um álvaran av hesum sjónbandinum.
Hevur barnið hjá tær sæð sjónbandið, verður tilrátt at tú prátar við barnið um hvat tað hevur sæð tí sjónbandið er ógvuliga óbehagiligt og ógvusligt, bæði fyri vaksin og fyri børn.
Vinkonurnar vóru dripnar tá tær, á einari ferð til Marokko, fóru ein telttúr í Atlasfjøllini nærhindis bygdini Imlil.