Sjónvarpið er eitt ótrúligt amboð

Sjónvarpsprodusarin Per Zachariassen hevur enn einaferð gjørt vart við seg sum produsari á best umtøktu undirhaldssending í Danmark, Den store Klassefest

Jonheðin H. Tróndheim


Hugskotið til sera vælumtóktu undirhaldssendingina, Den Store Klassefest, sum verður send á størstu sjónvarpskanalini í Danmark, TV2, er sera einfalt. Tað eru tveir kendir persónar, sum kappast móti hvørjum øðrum, stuðlaðir av gomlum klassafeløgunum hjá sær. Klassafelagirnir eru úr teimum klassunum, sum tey bæði, sum kappast, hava sterkastu bond til, verður tað seg barnaskúlin, framhaldsdeildin ella studentaskúlin.

Klassin hjá vinnandi partinum sleppur so at hava eina stóra luksus klassaveitslu eftir sendingina, meðan klassin hjá tapandi partinum má noyðast við at eta pylsur úr pylsuvogninum uttan fyri upptøkuhølini.

Hugskotið til sendingina er sera væl gjøgnumhugsað. Tað man neyvan vera ein tjóð til í heiminum, sum ikki kann á ein ella annan hátt relatera til eina slíka sending, og tí eru møguleikarnir at selja sendingina sera góðir. Av somu orsøk er áhugin fyri at keypa sendingina uttanlands er eisini sera stórur.

? Eg eri sera spentur uppá, hvussu hetta fer at ganga, tí eg havi havt rættuliga nógv við júst hesa sendingina at gera, sigur Per Zachariassen, sum umframt at vera produsari eisini er arbeiðsleiðari.


Sera góð ummæli

Tá sjónvarpssfestivalurin var í Cannes, var »Den Store Klassefest« ein tann mest eftirspurda sjónvarpsrøðin. Donsku bløðini skrivaðu um framleiðararnar, »Gulddrengene kunne bare spadsere godt tilfreds omkring i Cannes med store smil«, og tað er eisini satt, tí sum longu sagt, so var áhugin fyri sendirøðini so stórur, at filmsframleiðararnir høvdu trupulleikar at tosa við øll tey, sum umboðaðu hinar stóru framleiðararnar.

Hetta kemur sjálvandi sera væl við hjá Per, tí hann skal vera konsulentur hjá teimum, sum keypa røðina.

? Hetta merkir, at eg sleppi at ferðast kring um í heiminum, og á tann hátt fái eg nógv nýggj hugskot. Eg kann hyggja eftir, hvussu hinir tulka tað, sum vit hava gjørt. Møguliga fer onkur at gera tað betri enn vit, so har kann eg læra eina rúgvu, sigur Per.


Er nógv eftirspurdur

»Den store Klassefest« hevur hvørja viku verið mest sædda sending í donsku sjónvørpunum, og tað skal ikki nógv til at ímynda sær, at ein maður, sum er framleiðslustjóri og produsari á mest sæddu sending í Danmark, verður nógv eftirspurdur.

? Ja, eg havi fingið ótrúliga nógv tilboð og ótrúliga góð tilboð, men tað eru ikki pengarnir, sum eru avgerandi fyri, um eg tími at gera eina sending ella ei. Eg hevði gleðiliga tikið av helvtina av lønini, sum eg fái í dag, um mær dámdi at gera eina ávísa sending, sigur Per álvarsamur.


Ikki brúktur í Føroyum

Men vit kunnu spyrja okkum, hví mest eftirspurdi sjónvarpsprodusarin í Danmark, sum er føroyingur, ikki arbeiðir í Føroyum??? Hann sigur júst sum er, at føroysku loftmiðlarnir eru so ótrúliga vánaligir. Teir hava ikki fylgt við tíðini, heldur hinvegin.

? Tað er, sum um at eingin skal koma og siga nakað. Eg haldi, at tað er eitt kompleks, teir hava. Her skal eingin koma og siga okkum, hvussu vit skulu gera, vit vita best sjálvir, sigur Per.

Hann heldur, at tað er fullkomilig spill av orku at hava eina tíðindasending, sum er gjørd sum ein útvarpssending, og hann grundar tað við, at tú kanst eins væl kanst fylgja við í tíðindasendingini, um tú ikki sært myndirnar. Myndirnar eru bert ein ífylla og virkar næstan sum ein irriterandi partur hjá tíðindafólkunum.

Per heldur, at orkan átti nógv heldur verið brúkt til at gera aðrar sendingar heldur enn tíðindir, sum lítil og eingi virðir hava, tá sendingin er send.

? Kensluna eg havi, tá eg eri heima, er at har er eingin hugur til nakað, og vanliga undanførslan er, at har eru eingir pengar. Men hatta er vánaligasta argument, sum er til. Jamen, Harra Gud, so brúka tað, sum tú hevur, og ger tað minni, men ger tað betur. Hví fylla eina rúgvu av lorti út í luftina, spyr Per.

Hann vísir á, at endamálið við einum miðli sum sjónvarpið má vera at skapa dagsordan í samfelagnum, men aloftast er tað so í Føroyum, at dagsordanin verður skaptur av sær sjálvum.


Fór at finna avbjóðingar

Per flutti til Danmarkar í 1990. Ta fyrstu tíðina arbeiddi hann á TV Nord í Aalborg. Orsøkin, til at hann slapp inn har at arbeiða, var, fyri at brúka hansara egnu orð »tí eg kendi tveir føroyingar, sum arbeiddu har, Dávur Isfeldt og Jógvan Olsen«. Teir báðir eru enn á TV Nord.

Per søkti fyrst lærupláss sum AV assistent, men har varð sagt við hann, at hann var nakað yvirkvalifiseraður til ta útbúgvingina, so hann slapp ikki í læru. Men í staðin slapp hann at arbeiða har í tvey ár, til hann slapp inn á filmskúlan og fekk útbúgving sum sjónvarpsprodusari í 1994.

Endaligi filmurin hjá Peri var tann um Jørgen Dahl úr Klaksvík, sum varð settur at gera eitt lag, sum ein genta skuldi syngja. Sendingin hevur verið at sæð í føroyska sjónvarpinum.


Fekk boðið

starv á DR B&U

Beint eftir at Per var liðugur á filmsskúlanum fekk hann boðið starv á DR á B&U deildini, sum er tann deildin, sum tekur sær av at gera sendingar til børn og ung. Per var fastur á ungdómsdeildini. Hann var á sendingini Transit, sum millum annað var í Føroyum og vitjaði. Meiningin var, at Per bert skuldi vera har í tríggjar mánaðir, tí ein dani, sum hevur arbeitt sum produsari á CNN skuldi koma, men tá hann kom, ynsktu tey at hava Per verandi har. Soleiðis bleiv tað eisini, so at Per og hin produsarin deildu uppgávurnar millum sín.

? Samarbeiðið millum okkum var sera gott, og júst tann sendingin skapti ein nýggjan máta at gera sendingar uppá í Danmark. Vit royndu nógv øðrvísi og brúktu sjálvan miðilin til at gera nýggjar mátar at siga søgur uppá og nýggjar myndaføringar, sigur Per.

Hann sigur tó, at ótrúliga nógv av hugskotunum hjá teimum kundu ikki brúkast til nakað. Men sum tíðin leið, so varnaðust tey, at fleiri og fleiri byrjaðu at brúka teirra hugskot í øðrum sendingum. Millum annað at klippa tónleikin hart bein á ístaðin fyri at »fada« tónleikin upp, og at brúka onnur skriftsnið enn tey vanligu.


Transit var uppreistur

Per heldur sjálvur, at sendingin Transit var ein uppreistur móti tí gamla háttinum at gera sendingar uppá. Alt tað gamla varð forkastað, og nýtt sett inn ístaðin. Sjálvt myndirnar vóru øðrvísi, millum annað var tað í tí sendingini, at skeivar myndir vóru fyri fyrstu ferð at síggja.

Nýggj hugskot verða ongantíð skapt av bert at ganga kendar gøtur vísir Per á. Sendingin Transit var tó niðurløgd seinni, tí at tey hildu, at tíðin var komin at gevast. Eitt gott hugskot skal ikki halda fram. Leikurin skal støðgast meðan væl er. Hetta var orsøkin til at tey ynsktu at gevast við sendingini.


Best dokumentararbeiði

Men tær sendingar, sum Per dámar best at gera, er dokumentarsendingar. Á stóra filmsfestivalinum í Cannes Frankaríki fekk hann saman við Mette Weide eina virðisløn fyri bestu dokumentarsending fyri ung.

? Sovorðið er sjálvandi eitt herðaklapp, men eg haldi tó ikki sjálvur, at hetta er tann besta sendingin eg havi gjørt, sigur Per. Slagið av sendingum, sum Peri dámar best, eru tær sendingar, har hyggjarin kennir seg sum eina flugu á einum veggi. Har tað næstan bert verður registrerað og ikki arrangerað. ? Mær dámar best hendan háttin, tí tað ber til at vísa veruleikan nógv betri á hendan hátt, heldur enn um sendingin varð sett upp, vísir hann á.

Hetta er tó tann ringasti hátturin at gera sendingar uppá, tí tað krevur eitt ótrúligt tol og álit. Og alit skapast ikki bert við at vera anonymur.


Heldur fram í sama stað

Sjálvt um Peri stendur fleiri ótrúliga góð størv í boði, so heldur hann, at hann verður verandi hjá filmsframleiðaranum, har hann er í løtuni. Per starvast hjá Wigelius, sum man vera best umtókta fyritøkan í Danmark innan filmsheimin.

? Teir hava ein heilt øðrvísi starvsfólkapolitik, sum mær dámar sera væl. Teir ganga nógv eftir, at fólkini elska at gera tað, tey gera, og teir eru sera skjótir at rósa og stuðla, tá tú hevur brúk fyri tí. Atmosferan í fyritøkuni er eisini heilt nógv merktu av entusiasmu, og tað í sær sjálvum kann gera undurverk, sigur Per. Per sigur at enda, at alt snýr seg um at motivera starvsfólkið, tí so gongur restin av sær sjálvum.