Fyri ikki so langari tíð síðani varð almannakunngjørt,. at tónleikabólkurin Frændir og Føroya Symfoniorkestur arbeiða við eini stórari framførslu, sum skal verða í Norðurlandahúsinum 30. og 31. oktober.
Upprunaliga var ætlanin, at frumframførslan skuldi sendast beinleiðis í Útvarpi Føroya og í Sjónvarpinum, men hetta verður ikki so, tí SvF hevur nevniliga avgjørt ikki at senda frá »rokksymfoniini«
Ivan Niclassen, stjóri á mentanardeildini hjá SvF, sigur við Sosialin, at tað eru peningarligar orsøkir til, at SvF ikki fer at senda frá framførsluni.
? Tíverri er fíggjarliga støðan hjá SvF tann, at vit hava ongar møguleikar at senda frá tiltakinum. Fyri tað fyrsta krevur hetta tiltakið stóra fyrireiking og tá sjálv framførslan er, skulu eini 15-17 fólk verða til arbeiðis. Hetta ger, at tiltakið verður rættiliga kostnaðarmikið fyri okkum, og tað hava vit tíverri ikki fíggjarliga orku til íløtuni, sigur Ivan Niclasen.
Hann leggur annars dent á, at samstarvið í fyrireikingarbólkinum hevur verið einastandandi gott, og at tað ikki eru tónleikararnir, sum eru orsøkin til, at fíggjarliga orkan hjá SvF ikki røkkur.
? Teir hava tvørturímóti verið sera lagaligir við SvF. Í grundini eiga teir at fáa eina ávísa samsýning fyri at vera við, men teir hava heldur sæð fyrimunin í at tiltakið verður sent øllum Føroyum, enn at hugsa um seg sjálvar, sigur Ivan Niclasen, sum ikki dylir fyri at hann er sera keddur av umstøðunum.
Avmarkað
okkum sjálvi
? Fíggjarliga orkan ger tíverri, at vit vera noydd til at halda okkum til tað framleiðslu, sum vit gera í SvF, og at vit tí mugu halda okkum frá tiltøkum, sum vera uttanfyri húfið, sigur Ivan Niclasen, sum vísir á, at SvF eisini slepti ætlanunum um at senda konsertina við Aldubárini og Hanusi Johansen fyri stuttum.
? Orsøkin var tann sama, sum honm er nú, og vit mugu tíverri laga okkum eftir teimum fíggjarligu, sigur Ivan Niclasen, sum kortini viðgongur, at júst tað at henda ætlanin verður slept avmarkar tey krøv, sum verða sett tekniska starvsfólkinum í SvF.
? Tað sigur seg sjálvt, at vit missa eina vitan, sum vit bara fáa tá vit arbeiða við at gera slíkar sendingar. Tað er óheppið, og ger tað ikki líka áhugavert at arbeiða, sum um vit høvdu pengarnar, sigur Ivan Niclasen.
Fróði Vestergaard frá Norðurlandahúsinum, sigur at tey eisini eru sera kedd av, at SvF nú ikki fer at senda frá tiltakinum.
? Vit høvdu glett okkum til, at bæði ÚF og SvF fóru at senda, tí so fekk alt Føroya fólk gleði av tiltakinum bæði gjøgnum oyru og gjøgnum eygu . Nú mugu tey noyðast við at hoyra tað í útvarpinum, sigur Fróði Vestergaard, sum leggur afturat, atøll atgongumerkini til 30. eru útseld, meðan nøkur fá eru eftir til 31. oktober. Hann væntar kortini at tað verður útselt tá til stykkis kemur.