Føroyameistarar
? Gullið og heiðurin er tykkara, men æruna eigur øll bygdin.
Við hesum orðunum ynskti Sofus Laðanberg, formaður í TB flogbóltskvinnunum á Tvøroyri tillukku við tí óføra bragdi, tær hava avrikað í ár.
Tað var veitslurómur í ítróttarhøllini á Tvøroyuri sunnudagin, tá ið meistarakvinnurnar á Tvøroyri fingu steyp og gullheiðursmerki um hálsin sum sjónliga prógvið um, at í ár eru tær bestar í landinum.
Seinastu dysturin í ár var ímóti ÍF og hóast TB longu hevði tryggjað sær FM heitið, lógu tær ikki á latu síðuni, men endaðu kappingarárið sum tað sømir seg við at vinna dystin sannførandi 3-0.
Aftaná dystin, handaði umboð fyri Flogbóltsamband Føroya teimum steyp og gullmedaljur.
Niclas Joensen frá Flogbóltssambandinum var komin suður til dystin og við sær hevði hann bæði eitt ognarsteyp til minnis um FM heitið og eitt ferðasteyp, sum liðini skulu kappast í fleiri ár um at fáa til ognar, umframt gullmedaljurnar.
Tað er Føroya Sparikassi, sum hevur latið bæði steypini.
Tað vóru Finnleif Guttesen og Sverri Midjord, næstformaður í ÍSF, sum fingu heiðurin at handa teimum steypini og Niclas Joensen hongdi medaljurnar um hálsin á spælarunum.
Niclas Joensen helt tað vera serliga stuttligt at flogbóltirin hevði so stóra undirtøku á Tvøroyri og hann helt neyvan, at tað nakrantíð varð komið fyri fyrr, at ein flogbóltsdystur hevði savnað eina fulla høll.
Funnleif Guttesen helt tað var ein stórur heiður fyri seg at sleppa at handa teimum steyp fyri tað stóra avrikið og hann helt, at tey høvdu gjørt eitt ótrúligt arbeiði.
Sverri Midjord segði, at hetta var størsta ítróttarhending í høllini á Tvøroyri og at tað var eyðsæð, hvønn týdning hon hevði havt. Ikki minst helt hann tað vera hugaligt, at tað hendi júst 20 ár eftir, at høllin varð tikin í brúk.
Hann minstist á, at teir fyrstu, sum spældu flogbólt í Føroyum, vóru læraraskúlanæmingar undir leiðslu av Martini Holm
Ein av teimum, sum gingu á læraraskúla tá, vóru Hovgrímur Hammer av Tvøroyri, sum eisini átti sínm lut í, at ítróttarhøllin á Tvøroyri varð bygd.
Formaðurin í TB, Sofus Laðanberg, segði, at TB hevði havt nógvar glæsiligar løtur, men at hetta var ein av teimum stóru. Hann segði, at gullið átt TB kvinnurnar, men æruna átti øll bygdin.
Frá áhugaferlagnum hjá TB, handaði hann liðnum einn kekk upp á 5.000 krónur. Harumframt fingu tær blomstur fleiri staðni frá.
Umframt FM heitið hevur TB, sum kunnugt eisini vunnið steypakappingina, so í ár eru tær greipuvinnarar.
Og at flogbólturin er við at gerast fólksins ítrottur á Tvøroyri fekst sjónligt prógv um sunnudagin, tí høllin var at kalla fullsett av fólki, sum var komin at heiðrað flogbóltskvinnurnar hesa stóru løtu og tað man vera sjáldan, at ein flogbóltsdystur í Føroyum hevur savnað 350 áskoðarar.
MYND AV TB LIÐNUM
Hetta er manningin, sum vann TB heiður og æru í flogbólti í ár. Aftara rað frá vinstru eru tey, Romika Øster, sum hevur vant tær á liðnum, sum búgva í Havn og sum kanska verður venjari næsta ár. Síðani eru tær Gudrid Nolsøe, Maja Popovic, Ingun Midjord, Tórbera Joensen, Svanna Nielsen og Virgar Djurhuus, venjari. Fremra rað frá vinstru eru tær Annemia Johannesen, Guðrun Dimon, Harriet Hammer, Tóra Mortensen og Winnie Djurhuus