Sjeikaligir sjeikar

Hóast røddirnar eru góðar, so eru tað ikki bara hesar, sum skapa eitt boyband. Limirnir í Westlife teljast eisini millum teirra, sum draga mong og svong konufólkaeygu móti sær. Eitt nú hava limirnir vunnið sonevnd awards fyri Best Hair Cut (Kian Egan), Most Fancied Male (Shane Filan), Best Looking Pop Star (Shane Filan), Best Hari Cut (Nicky Byrne), Party Mentalist of the Year (Brian McFadden), Celebrity Dad Of The Year (Brian McFadden) og Most Stylish Man on X-Pose (Nicky Byrne).