Sjey atstøðarar fingið prógv í Klaksvík

Í dag hava sjey skipsatstøðarar fingið prógv á Sjónámi í Klaksvík. Harumframt tóku fimm av teimum dugnaskaparprógv í sigling.

 

Tey, sum tóku prógv, eru, frá vinstru: Pætur Klein á Líknargøtu, Teitur Midjord, Jógvan Páll Hansen, Sam Elttør, Mikala Larsen Mørkøre og Pól Jakku Acala Samuelsen. Niclas Jóhan Hóvsgaarð sum eisini fekk prógv, er ikki við á myndini.

 

Pætur Klein á Líknargøtu fekk gávu frá Norðoya Sparikassa fyri besta avrik til skipsatstøðara og dugnaskaparroyndina. Harumframt fekk Pætur gávu frá Banknordik fyri stóra hjálpsemi sítt í flokkinum.