Sjey fólk í bátsvanlukku í Grønlandi

Eitt fólk læt lív og seks eru innløgd á sjúkrahús eftir eina bátsvanlukku í Godthåbsfjørðinum síðstu nátt.

 

 

Tað var stutt eftir klokkan 02 síðstu nátt, at løgreglan í Grønlandi fekk boð um eina vanlukku í fjørðinum millum Nuuk og Sermitsiaq. Ein minni skjóttgangandi bátur var gingin burtur. Eitt fólk hevði latið lív, og seks høvdu fingið skaða.

Sambært vaktleiðaranum hjá løgregluni verður mett, at báturin helst hevur rakt ein ísflaka við nógvari ferð. Tað var ein av teimum, sum vóru í bátinum, ið hevði sloppið sær upp á ein ísflaka sum setti seg í samband við løgregluna.

- Hetta førdi til eitt størri bjargingarátak, har Arktisk Kommandi, sløkkilið og løgregla vóru við í bjargingini, upplýsir løgreglan yvirfyri Sermitsiaq. 

Í dag hevur løgreglan roynt at funnið út av, hvat tað ítøkiliga var, sum hendi, og tey halda, at sjey fólk vóru í bátinum tilsamans. Tey, sum sluppu livandi frá vanlukkuni, eru øll á sjúkrahúsið við ymiskum skaðum, tey fingu, tá báturin sigldi á ísflakan.

Grønlendska løgreglan hevur tikið blóðroyndir av teimum av teimum, sum eru bjargaði, og illgruni er um, at rúsdrekka hevur verið uppi í syrgiligu hendingini í Gønlandi síðstu nátt.