Sjey ferðamál beinleiðis úr Føroyum

- Vit merkja, at áhugin millum føroyingar at sleppa út aftur at ferðast er sera stórur, sigur Árni Olsen, marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways.

 

Hjá Atlantic Airways gleða tey seg til at flúgva føroyingar til ymisku ferðamálini í summar.

 

 

Nú summar er, og útferðarlongsul kemur á fólk, samstundis sum koronu-støðan kring um okkum er undir rímiligum eftirliti, hevur føroyska flogfelagið - Atlantic Airwas - eitt spennandi útboð av ferðum í sínum konsepti fyri summarið. 

Samstundis, sum flogið verður til Keypmannahavnar tvær ferðir um dagin og til ávikavist Billund og Ålborg fleiri ferðir um vikuna, hevur flogfelagið eisini aðrar flogrutur í sínum útboði, sum eru forvitnisligar og spennandi. 

 

Hyggja vit fyrst vestur í hav, verður longu nú flogið til Keflavíkar tvær ferðir um vikuna, fríggjadag og mánadag. Í Íslandi eru, sum flestu føroyingar vita, óteljandi ferðamøguleikar, har tú kanst uppliva grannalandið við sínari stórslignu náttúru. 

Ert tú koppsettur, verður tú kannaður á flogvøllinum í Keflavík við komu, og er eingin sjúka, ert tú leysur eftir nøkrum tímum.

 

##med2##

 

Hyggja vit síðan eystur í hav, er Atlantic Airways júst farið í holt við spildurnýggja rutu millum Føroyar og Oslo. Her verður flogið hvønn mikudag, og fyrsti túrur var mikudagin hin 16. juni. Noreg letur meira og meira upp, og her eru stórar broytingar á veg frá 5. juli at rokna, galdandi fyri ferðandi úr ES- og Norðurlondum. 

 

Tað eru nógvir føroyingar, sum arbeiða og sigla í Noregi, og fyri hesi fólk kennist tað nógv lættari at kunna flúgva beinleiðis millum Føroyar og Noreg. 

 

Árni Olsen, marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways, sigur, at tað er umráðandi fyri føroyskt vinnulív og føroyingar annars, sum arbeiða ella sigla í Noregi, at beinleiðis flogsamband er millum londini.

 

- Nú vóna vit, at Oslo og økið kring høvuðsstaðin, sum er eitt velduga stórt øki í mun til Bergen, eisini verður viðvirkandi til, at enn fleiri ferðafólk úr Noregi koma heim til Føroya at vitja, sigur hann. 

 

##med3##

 

Marknaðarleiðarin vísir á, at umtókta ferðamálið gjøgnum fleiri ár - Edinburg - nú aftur verður ein partur av rutunetinum hjá Atlantic Airways. Flúgvingin verður uppafturtikin hósdagin hin 1. juli, og her verður flogið tvær ferðir um vikuna, mánadag og hósdag. 

 

- Føroyar eru grønar í Stórabretlandi, og her krevst, at tú keypir tær eina negativa koronu-roynd, og annars eru ferðafólk úr Føroyum leys og kunnu njóta vælumtókta ferðamálið, sigur Árni Olsen.

 

Mikudagin hin 30. juni byrjar Atlantic Airways eisini at flúgva beinleiðis til sonevndu kærleiksoynna, Mallorka, og nógvir føroyingar ætla sær hesa leiðina, har vissa er fyri sól og summari. 

- Vit fara at flúgva hvønn mikudag til Mallorka - heilt fram til mikudagin hin 18. august, og her hava føroyingar so eisini høvi at velja sær eina ferð við sól og summari. 

 

Marknaðarleiðarin vísir á, at í løtuni er tað galdandi, at ferðafólk úr Føroyum skulu hava eina negativa koronu-roynd við sær, og síðan eru tey leys, tá komið verður til Mallorka. 

 

Árni Olsen vísir á, at Evropa letur upp, og hjá Atlantic Airways síggja tey, at heilt nógvir føroyingar bíleggja sær summarferðir í løtuni.

 

- Vit gleða okkum ótrúliga nógv til at flúgva nógvar glaðar og spentar føroyingar til okkara ferðamál í summar, sigur marknaðarleiðarin, sum leggur aftrat, at Atlantic Airways í juni mánaði í ár faktiskt hevur selt fleiri ferðaseðlar enn í juni mánaði í 2019.

 

##med4##

 

 

 

Hjá Atlantic Airways gleða tey seg til at flúgva føroyingar til ymisku ferðamálini í summar.

Oslo er spildurnýtt ferðamál hjá Atlantic Airways.

Nú verður aftur flogið tvær ferðir um vikuna til Edinburg.

Atlantic Airways fer at flúgva til Mallorka hvønn mikudag - heilt fram til 18. august.